Hóast stóra sensatiónin ikki kom til høldar, so var talan um satt bragd av føroyska U21-landsliðnum, sum tvær ferðir var á odda móti týska yvirvaldinum í gjár.
Landsliðsferðalagið er nú ávegis til Føroya, og hjá venjarunum er kenslan, at hetta liðið hevur allar eginleikarnar, sum krevjast, í víðari menningini.
- Men eg vildi ynskt, at vit høvdu møguleikar at vant meira. Vit hava eina uppgávu í Írlandi, og so er vetrarsteðgur. Tá venja móstøðuliðini við fullari ferð, og tað er nakað, sum ger mun. Høvdu vit havt møguleika at havt einar 3-4 venjingarlegur gjøgnum veturin, so hevði tað gjørt stóran mun, heldur Bill McLeod Jacobsen, sum er annar av venjarunum.
- Tá vit standa okkum somikið væl við tí, sum vit hava, so hugsar tú sjálvandi eisini, hvat tað kanska kundi verið. Á liðnum hjá Týskarunum sóu vit fleiri spælarar, sum bara hetta kappingarárið hava spælt einar 7-8 dystir í týsku Bundesliguni, men kortini fara vit á vøllin við vilja og dirvi til at spæla fótbólt. Nú mugu hesir dreingirnir bara fáa møguleikan at menna seg uppaftur meira, og tað vóni eg so inniliga, at teir fáa, sigur Bill Mc Leod Jacobsen.