Nú røkist endiliga fyri, at public service sáttmálin millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. Hetta má sigast at hava verið tungur burður – Útvarp Føroya varð sett á stovn fyri 52 árum síðani – og Sjónvarp Føroya fyri 25 árum síðani.
Tað er at fegnast um, at hesin sáttmálin endiliga kemur upp á pláss, tí við honum ber til at fáa greiðar reglur fyri hendan mentanarstovnin, sum hevur so stóran týdning fyri allar føroyingar.
Í fráboðanini í morgun segði Helena Dam á Neystabø, at dentur verður lagdur á mentan, børn og ung og mennan av føroyska málinum. Hon sigur eisini, at endamálið við einum slíkum sáttmála er at lýsa, hvørjar uppgávur Kringvarp Føroya skal loysa og at lýsa teir karmar, sum hetta public service virksemi skal virka eftir.
Tað verður áhugavert at fylgja við orðaskiftinum, sum verður í løgtinginum um sáttmálan í vikuni, sum kemur. Okkara ynski er, at Kringvarpið fær góðar og tryggar karmar at virka undir, og at stovnurin sleppur undan at verða so nógv tengdur at handilslýsingum, at hann ikki fær virka sum ein frælsur public service miðil. Umframt tað, so er leisturin, sum stovnurin virkar eftir, kappaingaravlagandi fyri privatu miðlarnar, sum – mótsætt øllum grannalondum okkara – virka á fullkomiliga reinum handilsligum grundarlag.
Tí er tað at fegnast um, at landsstýriskvinna roynir at finna honum tryggar fíggjarligt fótafesti. At tað er so stórur partur av føroyum, sum ikki rinda kringvarpsgjald, tykist sera løgið. Kringvarpsgjaldi er í veruleikanum ein skattur, og skatt eiga øll at gjalda, so einfalt er tað. Vilja politikararnir ikki taka takið fult út og játta stovninum pengar á fíggjarlógini, so er tað frægasta loysnins, at stovninum kortini verður tryggjaður nóg nógvar pengar við Kringvarpsgjaldi.
Vit síggja fram til aðalorðaskiftið – og fara at viðgera spurningin nærri í seinni bløðum.