Tað er ikki gerandiskostur at Føroya Løgting fær almenn skriv sendandi, tey eru fimm í tali hesa tingsetuna. Bergur Debes Joensen, prestur, hevur tó tikið tað óvanliga stigið og sent løgtinginum eitt skriv, nú fari verður undir 2. viðgerð av uppskotinum um broytingar í hjúnabandslógini.
Í skrivinum samanber hann føroyska samfelagið við býin Konstatinopel, núverandi Istanbul, sum í fornum hevði tveir múrar um býin, ein innara og ein uttara, ið skuldi verja móti fíggindum. Men søgan lærir okkum, at múrarnir hildu ikki.
- Tá ið so báðir múrarnir umsíðir fingu rivur, bar til hjá áleyparunum – osmannunum – at taka býin, seinasta skansa um kristnu siðmentanina í gamla, eysturrómverska ríkinum. Hetta hendi í 1453.
Í skrivinum samanber presturin múrarnir við Føroya løgting og føroysku fólkakirkjuna og samkomurnar. Hann vil vera við, at um løgtingið samtykkir uppskotið um broyting í hjúnabandslógini, so er fyrsti múrurin fallin og tann næsti stendur fyri álopi. Um tað eydnast, so stendur kristna mentanin fyri falli.
- Um Føroya løgting samtykkir samkynt hjúnalag, fellur “ytri múrurin” um kristnu mentan føroyinga. Og so er bara “innari múrurin” eftir, Fólkakirkjan og kristnu samkomurnar í landi okkara.
- Vit vita ikki, hvat hendir landi okkara innan tað almenna og tað kirkjuliga. Men tryggleikin og virðisgrundarlagið hjá fólki okkara hevur verið tengt at tí “innara múrinum”, sum tit við politiska valdinum hava vart við tí “ytra múrinum”.
- Hvussu skjótt tað gongur at fella tann “innara múrin” um hjúnabandið millum mann og konu, eftir at tann “ytri” er fallin, síggja vit t.d. í Danmark, Íslandi og Grønlandi. Har standa kirkjurnar nú opnar at gifta samkynd.
Presturin ber tó ótta fyri, at ein broyting av hjúnabandslógini einans er fyrsta stigið í umfatandi broytingar í føroyska samfelagnum.
- Hvørji rættindi samkynd skulu fáa í landi okkara, avger lóggávuvaldið – t.v.s. Føroya løgting. Og um tað ber til at orða og fáa í lag onnur rættindi enn hjúnalag til samkynd, har kenna tit svarið. Men tit kenna eisini hvørji onnur rættindi og broytingar koma í kjalarvørrinum, um samkynd kunnu ganga í hjúnalag. Tað “kynsleysa samfelagið” er væl ávegis í Svøríki og ger eisini um seg í Danmark longu.
Tí er tað hansara áheitan á løgtingslimir um at atkvøða móti uppskotinum, ið liggur í tinginum.
- Eg heiti inniliga á tykkum, sum vit hava valt at umsita tann “ytra múrin”, at atkvøða ímóti broytingini av hjúnabandinum ella at atkvøða blankt. Tit hava lisið og hoyrt, at ein av teimum, sum settur er at umsita tann “innara múrin”, sóknarpresturin í Leirum, longu hevur sprongt rivur í “sín” múr – og at aðrir prestar t.d. Marjun Bæk hava sagt og skrivað tað sama, meðan aðrir bíða “eitt sindur”...
Til ber at lesa alt skrivið við at trýsta á her.