Múrurin ogn Føroya fólks

Áhugamálini í Kirkjubø eru fyrst og fremst seráhugamál. Vit eiga at taka samfelagsáhugamál framum seráhugamál. Tað er skelkandi at hoyra, at Múrurin skal gerast til brúksbygning fyri at nýta hann í ferðamannavinnuni. Sjálvandi skal hann vísast fram fyri ferðafólki, men hann kann og skal ikki nýtast til annað enn tað hann er, nevniliga eitt fornminni, sigur Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni

Í næstu viku kemur víðkaði arbeiðsbólkurin á Føroya Fornminnissavni saman á fund at tosa um, hvussu arbeiðið við varðveitingini av Múrinum í Kirkjubø skal fara fram. Í farnu viku tók landsstýrismaðurin í mentamálum, Ivan Johannesen, endaliga avgerð um framtíðina hjá umstrídda Múrinum. Avgerðin, ið byggir á tilráðingar frá Føroya Fornminnissavni og savnsins sakkønu ráðgevarar, er í fyrsta lagi, at bráðfeingis verndartiltøk verða sett í verk sum skjótast.

? Enn er ov tíðliga at siga, nær vit fara í gongd. Í komandi viku skulu vit fáa greiðu á, hvussu arbeiðið skal fara fram og hvussu fyrireikingarnar verða skipaðar. So fara vit í gongd, sigur Símun V. Arge, savnsvørður.

Á fíggjarlógini í ár er ein millión krónur sett av til arbeiðið. Bráðfeingisverjan, ið skal setast á Múrin fyri at turka hann, kostar undir eina millión krónur. Á fíggjarlógini fyri komandi ár verða settar tvær milliónir krónur av til Múrin.


Mistrúgv

Í samrøðu við Sosialin í farnu viku segði Páll Patursson, talsmaður fyri áhugabólkin, ið hevur gjørt eina verkæltan um framtíðina hjá Múrinum, at bráðfeingisverjan ikki fer at halda, um ein stormur kom.

? Tað má standa fyri hansara egnu rokning. Sjálvandi hava vit tikið hædd fyri veðri og vindi. Slík úttalilsi frá honum skapa bara mistrúgv. Eg ivist í, um hann hevur sett seg inn í málið. Alt tað hann og áhugabólkurin koma við er ódokumenterað. Her er ein greið misfatan av, hvør tað er, sum skal gera arbeiðið. Tað er álagt Føroya Fornminnissavni at varðveita Múrin sum fornminni, og til tað hava vit útvegað okkum tann neyðuga sakkunnleikan. Áhugabólkurin hevur ongantíð vent sær til okkara við nøkrum fyrispurningi í sambandi við Múrin, sigur Símun V. Arge, savnsvørður.


Fastar reglur

Annað stigið í tilráðingini frá landsstýrismanninum í mentamálum er at útskriva eina hugskotskapping um eina varandi loysn á verndarspurninginum.

? Vit fara at taka tað upp í næstum, men nær kappingin verður útskrivað, er ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur Arne Thorsteinsson, landsantikvarur.

Áhugabólkurin í Kirkjubø hevur gjørt greitt, at hann ætlar sær at taka lut í kappingini. Hugskotini til eina varandi loysn skulu byggja á treytir og krøv, sum verða sett framman undan, og tann grundleggjandi treytin verður, at Múrurin skal varðveitast sum tað ektaða, orginala fornminnið, hann er. Vil tað siga, at verkætlanin úr Kirkjubø, sum hevur til endamáls at gera Múrin til ein brúksbygning ella framsýningarhøli av forngripum úr Kirkjubø ikki lýkur grundleggjandi treytirnar.

? Ein og hvør kann taka lut í kappingini. Men luttakararnir skulu arbeiða út frá málsetninginum, sum er, at vit hava eitt miðaldar fornminni, sum er lítið broytt og hevur stóran orginalitet. Er ikki samsvar ímillum henda veruleikan og hugskotini, ið koma inn í kappingini, verða tey dømd hareftir. Men eg fari ikki framman undan at siga, at verkætlanin úr Kirkjubø ikki lýkur tey grundleggjandi krøvini, fyrr enn vit síggja hana. Tí hon kann vera nógv broytt, sigur Arne Thorsteinsson.


Viðkvæmt mál

Múrurin í Kirkjubø er eitt ógvuliga viðkvæmt og trupult mál. Hvør fer at døma í hugskotskappingini, ber ikki til at siga nakað um í løtuni, men miðað verður sjálvandi ímóti, at nevndin verður gegnig og sakkøn.

Endamálið við verkætlanini úr Kirkjubø er, at dýrgripirnir, sum eina ferð hava verið í Kirkjubø koma aftur á staðið, ? har teir hoyra heima, sum Páll Patursson hevur tikið til.

? Eg veit ikki, hvussu hann kann vita, at dýrdripirnir eina ferð hava verið í Múrinum. Tað fáa vit helst betri hylling á, tá ið vit hava kannað Múrin nærri. Vit vita, at kirkjulutirnir stava úr sóknarkirkjuni, haðani teir vórðu fluttir í 1874. Hvørt teir kunnu hava verið í onkrari av hinum kirkjunum í miðøldini, er møguligt. Sjálvandi er tað upplagt, at lutirnir, ið stava úr Kirkjubø eina ferð koma aftur hagar. Sum er eru ikki umstøður til tess, men tað kann vera, at burtur úr hugskotskappingini verða skaptar umstøður til, at tað verður veruleiki, sigur Símun V. Arge.

? Áhugamálini í Kirkjubø eru seráhugamál. Múrurin er fyrst og fremst ogn Føroya fólks og vit eiga at taka samfelagsáhugamál framum seráhugamál. Tað er skelkandi at hoyra, at Múrurin skal gerast til brúksbygning fyri at nýta hann í ferðamannavinnuna. Sjálvandi skal hann vísast fram fyri ferðafólki, men hann skal og kann ikki brúkast til annað enn tað hann er, nevniliga eitt fornminni, sigur Símun V. Arge.

Í víðkaða arbeiðsbólkinum, ið í næstu viku fer undir fyrireikingararbeiðið til varðveitslu av Kirkjubømúrinum sita Arne Thorsteinsson, landsantikvarur, Símun V. Arge, savnsvørður, Súsanna Joensen, gripakonservatorur, Håkon Christie, fyrstikonservator úr Oslo, Knud J. Krogh, savnsvørður á Tjóðsavninum í Keypmannahavn, og Helge B. Madsen, konservator á Konservatorskúlanum í Keypmannahavn.