Tað hendir av og á, at flogfør noyðast at venda aftur - ella standa longri enn ætlað á flogbreytini, tí mús er í flogfarinum.
Ein slík hending hevur verið í dag, tá eitt SAS-flogfar var á veg úr Stokkhólmi til Malaga heilt har suðuri í Spania.
Flightradar24 skrivar, at tá flogfarið var farið á flog, vísti tað seg, at ein óboðin gestur á fýra beinum var í flogfarinum.
Sambært Flightradar24 vendi flogfarið aftur til Stokkhólm.
Her varð syrgt var fyri, at músin - ella blindi passaserurin - slapp úr flogfarinum og ikki endaði í Malaga í Spania.











