Í verandi løtu húsast Tórshavnar Musikkskúli í hølunum í Skansastovu og á Frúutrøð. Á skúlanum ganga 613 næmingar og 41 lærarar starvast, í teimum í alt 16 undirvísingarhølunum.
Inni í Skansastovu, sum býráðið eigur, var kalt hendan morgunin, tá boðið var til tíðindafund. Umvælingar av bygninginum eru í verk og nógv tilfar og órudd var rundan um bygningin og inni. Í fundarhølinum, ið vanliga er kaffistova, vóru vindeyguni dekkað til við plastikki og træplátum. Telduútgerðin stóð mitt í rúminum, undir einum plastdúki.
Hóast nógv er gjørt seinastu árini, fyri at betra um umstøðurnar, sæst einki úrslit. Samstarvspartarnir hava verið jaligir, men kortini eru ætlanirnar altíð falnar niðurfyri í seinastu løtu. Á hesum sinni ætla lærarar at varpa ljós á umstøðurnar, við vón um okkurt lyfti frá býráðsvalevnunum.
Úti av lagi
Bygningarnir, ið í verandi løtu standa í nýtslu, vóru ikki bygdir til tónleikaundirvísing, hetta ger umstøðurnar ótolandi fyri bæði næmingar og lærarar. Rútmisk ljóðføri, so sum trummur venja í hølum uttan ljóðisolering, so venjingin hoyrist um alt húsið. – Hetta ger tað ótolandi at arbeiða her, greiddi ein av lærarunum frá. Í einum tónleikaskúla er sera umráðandi at hava góðar, egnaðar umstøður, fyri at tað skal lata seg gera at undirvísa.
Somuleiðis stendur úti av lagi illa til við neyðútgongdum og slíkum. Eingin verulig er, til dømis á loftinum í Skansastovu, og í kjallaranum stendur næstan eins illa til. Umframt tað, so er Skansastova bygd úr serstakliga eldfimum tilfari. Hetta hevði als ikki verið góðtikið nakra aðra staðni. Bæði Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjónin hava vitjað hølini, men einki er hent, segði Sunnleif Rasmussen frá.
Næmingarnir líða
Afturat lívshættisligum hølum og bygningum, eru viðurskiftini hjá næmingunum úti av lagi vánalig. Næstan 2.400 næmingar standa í løtuni á bíðilista, og bíðitíðin er í miðal umleið fimm til seks ár. Longsta bíðitíðin er til gittara- og klaverundirvísing, har tað meir enn so hendir seg at fólk verða meldað til sum heilt lítil, men sleppa ikki framat, fyrr enn tey nærkast teimum 20.
Hetta er sera harmiligt, søgdu lærararnir frá, serstakliga tí, at børn og ung læra skjótari og betri enn vaksin fólk. Tó hendir tað seg, at nýggir ungir næmingar sleppa framat. Næmingar, ið ganga í barnaskúlanum verða tiknir inn til venjing, men bara í eitt stutt tíðarskeið. Eftir hesa royndartíð sleppur onkur einstakur at halda áfram. Talið av slíkum næmingum hevur tó seinastu árini ikki talt fleiri enn tíggju.
Halda áfram
Hóast nógv uppskot hava verið vrakað, verður hildið áfram at royna at betra um viðurskiftini. – Býráðið hevur altíð verið samstarvsviljað, men ongantíð er nakað ført út í verk, segði Sunnleif Rasmussen, - nú verður býráðsval og vit vóna, at onkur fer at lova okkum okkurt. Tað er sum um, at Musikkskúlin ongan góðan hevur í býráðnum. Afturat legði hann, at politikarar undirmeta undirtøkuna fyri tónleiki. Nógv er raðfest framum Musikkskúlan, ið í so mong ár hevur liðið undir hesum umstøðum.
Tørvurin
Nógvir evnaríkir føroyingar hava verið úti í heimi og umboða Føroyar, men hesir vera hildnir aftur orsakað av umstøðunum. Miðnámsnæmingarnir, ið fyrireika seg til hægri tónleikaútbúgvingar hava eingi høli, og tørvurin at venja er stórur, men eingi høli er løgd av til hesar næmingar.
Uppskot hava verið um at leggja Musikkskúlan á Skálatrøð, Lützens trøð, Frúutrøð og á Løgmannabreyt, men einki hevur borið til enn. Nógva staðni er tørvurin á parkeringsplássum so ovurhondsstórur, at ikki ber til at byggja. Grundstykkið á Løgmannabreyt var ov smælt, tí nógv rúm krevst til ein so stóran skúla.
Nú liggur í ætlan at byggja Musikkskúlan uppí miðnámsskúladepilin, men einki lyfti er enn komið um hetta. Landstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur enn ikki vent sær til leiðsluna í Musikkskúlanum ella Musikklærarafelagið hesum viðvíkjandi.
Skúlin hevur verið á fíggjarætlanum seinastu árini, og hildið var at tvær ferðir eru 500.000 kr settar av til projektering. Kortini hava limirnir í Musikklærarafelagnum goldið skitsurnar, ið eru gjørdar. Fyribils loysnir hava eisini verið uppi og vent, men hetta ber ikki til at góðtaka. Serstakliga ikki, tá núverandi høli eisini eru fyribils.
Peder Riis Jensen, ið hevur verið lærari á Musikkskúlanum í 10 ár, legði fram hesar ítøkiligu ábøtur:
Eingi rúm eru ljóðtøtt
Eingi felags arbeiðsrúm til lærarar
Einki goymslurúm til virðismikil ljóðføri
Einki bíðirúm til næmingar og foreldur
Einki nóta- ella bókasavn er á skúlanum
Eingi nóg stór rúm til orkestur ella konsertir
Ov lítil køkur til 41 lærarar
Einki rúm til miðnámsnæmingarnar
Tørvur á parkering
Tørvur á brandvegum
Skansastova í ringum standi