Tá lógin um at taka av mvg av bensin og diesel er komin í gildi, so lækkar prísurin tilsavarandi.
Tað sigur Suni Justinussen, stjóri í oljufelagnum Magn.
Hann hevur fingið spurningin fleiri ferðir, um nú prísurin á bensin og diesel lækkar við somu upphædd, sum mvg'ið er. Og tað ger hann, staðfestir stjórin á Magn.
– Tann dagin, lógin kemur í gildi, so lækkar prísurin á bensin og diesel á midnátt sama dag, sigur hann.
Sambært dagins prísi hjá Magn, so kostar ein litur av bensini 13,33 krónur. Tá mvg'ið verður tikið av, verður prísurin 10,67 krónur.
Ein litur av diesel kostar í dag 13,86 krónur. Tá mvg'ið er tikið av, verður prísurin 11,29 krónur. Fyri diesel er eitt oljuavgjald, sum ikki er við í mvg-útrokningini, tí lækkar prísurin ikki við akkurát 20 prosentum av fulla prísinum.
##med2##
Men tað stutta av tí langa er, at tá lógin er komin í gildi, so lækkar prísurin við mvg upphæddini, sigur Suni Justinussen, stjóri í Magn.












