Í dag sigur Iran, at øll skip kunnu fara ígjøgnum Hormussundið - undantikið skip úr teimum londum, sum eru í kríggi við Iran.
- Øll skip, sum sigla gjøgnum sundið, eiga at gera hetta í samstarvi við iransku marinuna, sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi við Reuters.
Hann vísir á, at støðan í Hormussundinum er ógvuliga fløkt, og Iran roynir at hjálpa til.
Iran hevur í stóran mun stongt strategiskt týdningarmikla sundið, síðan USA og Ísrael lupu á hin 28. februar í ár.
Stongsulin hevur havt stórar avleiðingar fyri heimsbúskapin, tí umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi kemur úr Persaraflógvanum.
Mikudagin í vikuni gjørdi Iran av, at ein røð av kinesiskum skipum kundu fara gjøgnum sundið.
Hetta vita fleiri iranskir miðlar at siga.
Á hinari síðuni hevur USA stongt fyri iranskum havnum.
Tó verður sagt, at USA higartil ikki hevur roynt at steðgað kinesiskum skipum, sum eru farin gjøgnum Hormussundið við loyvi úr Iran.












