17 tinglimir mæla til, at mvg-frítøkan fyri bygging av egnum bústaði verður strikað. Ístaðin verður talan ætlandi um mvg-endurgjald Skipanin um mvg-frítøku av arbeiðsløn varð sett í gildi fyri at seta gongd á aftur handverksvinnuna eftir kreppuna, og sum so hevur hon eisini havt ætlaðu ávirkanina.
Seinnu árini hevur talan tó verið um trýst á arbeiðsmarknaðin. Ikki minst innan handverksvinnuna, og tað er millum orsøkirnar til, at landsstýrismaðurin nú ynskir at broyta lóggávuna.
Eftir 1. januar komandi skal bera til at fáa í mesta lagi helvtina av goldnum meirvirðisgjaldi aftur. Eitt evstamark upp á 150 tkr. fyri hvørt matrikulnummarið er tó ásett, og tað inniber, at fyri bygging av nýggjum sethúsum er talan neyvan um tann heilt stóra munin.
Í dag verður vanliga roknað við, at snikkara, el- og hvs-arbeiði til eini nýggj sethús kostar umleið 600 tkr. fyri arbeiðslønina. Mvg-frítøkan av hesum svarar til 150 tkr., og tað er sama tal, sum hægst loyvda stuðulsútgjaldið svarar til.
Stuðulin verður tó bert veittur við 100%, tá lønarkostnaðurin er minni enn tilfarskostnaðurin. Er lønarkostnaðurin hægri, verður endurgjald veitt við helvtini av samlaðu mvg-upphæddini.
Hetta seinasta verður gjørt eftir ynski frá vinnuni, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.
- Vinnan hevur sjálv víst á, at gamla lógin var óhepin á tann hátt, at teir, sum tora at tamba lógina mest, hava vunnið lutfalsliga meira enn aðrir, sigur Bárður Nielsen.
Við hesum verður sipað til, at rokningar í ávísum førum tilvitað eru skrivaðar við stórum parti sum løn, fyri at brúkarin skal rinda minni í mvg.