Myllurnar órógva hvørki seyð ella fugl

- Bæði seyður og fuglur venja seg skjótt við myllurnar, og tað er einki, sum bendir á, at kríatúrini á nakran hátt órógvast av teimum, sigur Ásmund Lind, røktingarmaður.

 

- Eg veit ikki um nakran, sum sigur seg hava fortreð av vindmyllunum. Sjálvandi síggjast tær, tí tær standa høgt, men eg haldi, at myllurnar fyri tey flestu bara eru ein partur av umhvørvinum, sum eingin hevur ampa av.

 

Tað sigur Ásmund Lind í Æðuvík, sum saman við øðrum er størsti eigari í Neshaga. Sum røktingamaður eigur hann nógvar túrar í haganum, sum ber 360 áseyðir.

 

Vinnutemaið í VikuskiftisSosialinum hevur spurt røktingarmannin, um hann gjøgnum árini hevur sæð nøkur árin í samband við myllurnar í Neshaga, og um hesar órógva kríatúr - seyð og fugl - í haganum.

 

- Fuglurin kemur á hvørjum ári, reiðrast og fær ungar. Men, eg haldi, at tað kemur ov lítið undan.

 

Ásmund Lind heldur tað vera trupult at siga, hvør orsøkin er, men hann heldur ikki, at hetta hevur nakað við myllurnar at gera, tí tað eru eisini fólk aðrastaðni, sum siga somu søgu - at eisini heiðafuglurin er í minking.

 

- Bæði seyður og fuglur venja seg skjótt við myllurnar, og tað er einki, sum bendir á, at kríatúrini á nakran hátt órógvast av teimum.

 

Í Neshaga eins og aðrastaðni gongur seyðurin í fylgjum, soleiðis sum hann altíð hevur gjørt.

- Kemur tú í hagan at geva, og seyðurin kemur av leiðunum, har myllurnar standa, kemur hann at eta, og tá hann hevur etið, fer hann beina leið yvir aftur til myllurnar, har fylgið heldur til.

 

Hann vísir á, at seyðurin eisini etur grasið við fótin á myllunum eins væl og aðrastaðni.

 

Í sínari tíð savnaðu fólk í Æðuvík undirskriftir fyri at mótmæla, at myllurnar komu at standa í haganum oman fyri bygdina, tí stúrt varð fyri, at tær fóru at larma illa, og at larmurin fór at hoyrast oman í bygdina.

 

- Eg skrivaði eisini undir mótmæli, men hetta er eitt tað býttasta, eg havi gjørt. Alt, sum melur, gevur ljóð ella suð frá sær, men tað er bara á ávísum ættum, at nakað sum helst hoyrist til myllurnar niðri í bygdini í Æðuvík.

 

Ásmund Lind vísir á, at tú mást lurta væl fyri at hoyra myllurnar. 

 

- Hetta er nakað, tú slett ikki hugsar um - heldur ikki, tá tú gongur í haganum, og inni í húsunum í Æðuvík hoyrist einki.  

Hann heldur fyri, at skal einki ljóð hoyrast yvirhøvur, kunnu eingir bilar koyra á vegunum heldur. 

Ásmund Lind sigur, at heiðafuglur, sum eitt nú tjøldur, reiðrast tætt við myllurnar, og einki er, sum bendir á, at fuglurin ræðist umvørvið, ei heldur seyðurin.

Hann heldur, at um myllurnar órógvaðu fuglin, hevði fuglurin flutt seg burtur frá teimum, men tað ger hann ikki.

 

- Sjálvandi síggjast tær, tí tær standa høgt, men eg haldi, at myllurnar fyri tey flestu bara eru ein partur av umhvørvinum, leggur hann aftrat.

 

Í vinnutemanum í VikuskiftisSosialinum, sum kom síðsta fríggjadag, er ein størri samrøða við Ásmund Lind, røktingarmann, og her er eisini prát við Hans Jákup Hansen á Nesi, sum eisini hevur seyð í Neshaga.