Myndaframsýning í Snarskivuni

Hósdagin letur Tórshavnar Býarsavn upp framsýning í Snarskivuni í Havn. Hósdagin 23. august kl. 16.00 letur upp myndaframsýning í Snarskivuni. Tað er Tórshavnar Búýarsavn, ið sýnir fram gamlar myndir, har evnið er Tórshavnar Havn. Myndir eru av skipum og tí virksemi, sum knýtir seg at teimum.

Á framsýningini, ið Finnur Johansen hevur lagt til rættis, eru umleið 25 svartar/hvítar myndir.

Fyri 100 árum síðani var Tórshavn størsta fiskivinnuplássið í Føroyum, og í fyrru helvt av tjúgundu øld vóru Tórshavn, Tvøroyri og Vágur størstu fiskivinnuplássini í landinum. Í tríatiárunum gjørdist eisini Klaksvík eitt av stóru fiskivinnuplássunum.

Fiskivinnan er framvegis nógv í Tórshavn, og seinnapartin í tjúgundu øld var Havnin millum størstu útróðrarpláss í Føroyum, soleiðis at skilja, at her varð nógvur fiskur avreiddur.

Framsýningin er opin í vanligu upplatingartíðini hjá Snarskivuni, mánadag til fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. Framsýningin hongur uppi í ein mána, sigur Tórshavnar Kommuna á heimasíðu sínari.