Nógv fólk vóru møtt til móttøkuna, sum byrjaði við, at borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð.
Hann vísti á, at fyrsta flagið til nýggja stovnin varð loyst hin 17. august í 2020, og nú trý ár seinni verður stovnurin alment tikin í nýtslu.
Borgarstjórin segði, at í stovninum er pláss fyri 112 børnum, 60 barnagarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum.
Vøggustovurnar eru í erva, og barnagarðsstovurnar í neðra, og á stovninum koma at arbeiða millum 25 og 30 starvsfólk.
Umframt borgarstjóran, søgdu eisini umboð fyri Gjáa og trivnaðarnevndina í Eysturkommunu nøkur orð.
Tað er arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggja stovnin, og MT Højgaard hevur havt høvuðsarbeiðstøkuna.
Ósbjørn Jacobsen greiddi frá uppgávuni at tekna stovnin, og umboð fyri MT Højgaard greiddi frá, hvussu byggingin hevur gingið.
Jón Eliassen spældi og sang nøkur løg, og við høvið í dag varð eisini borðreitt við góðum ábiti, kaffi og øðrum leskandi.
Avbjóðandi lendisviðurskifti eru í økinum við Gøtugjógv, har nýggi dagstovnurin er bygdur.
Men, her hevur eydnast arkitektinum hegnisliga at skapa eina náttúrliga eind, sum tekur støðið í lendisviðurskiftunum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##