Myndir: Bussur kolaðist upp

Eldur kom eisini í ein lastbil, sum stóð parkeraður við síðuna av bussinum

Tíðliga í morgun kom eldur í ein buss, sum stóð parkeraður í Hoyvík.

 

Eldurin hevði fest væl í bussin, tá ið sløkkiliðið kom á staðið, men brandmenninir fingu sløkt eldin.

 

Eingi fólk vóru í nánd av bussinum, og ógreitt er, hví eldurin kyknaði.

 

Løgreglan fer nú at kanna, hvør orsøkin til eldsbrunan var.

 

Ein lastbilur stóð parkeraður við síðuna av bussinum, og hann fekk eisini skaða av eldi.

 

Niðanfyri ber til at síggja myndir, sum Eirikur Lindenskov tók av uppkolaða bussinum og brenda lastbilinum fyrrapartin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##