Myndir: Nógv fólk í veðurlagsverkfalli í Havn

Ungir føroyingar krevja broytingar - fimm veðurlagsverkføll hava verið kring landið í dag

Í dag hava veðurlagsverkføll verið kring alt landið við endamálinum at ávirka politikararnar at taka veðurlagsbroytingar í álvara. Føroyingar fóru í verkfall í TSK í Klaksvík, á miðnámi í Vestmanna, á Glasi í Havn, í miðnámsskúlanum í Suðuroy og á Vaglinum í Havn.

Heilt fitt av fólki var møtt upp til veðurlagsfverkfallið á Vaglinum, har Bergtóra Høgnadóttir og Rói Dam Dalsgarð fluttu fram røður.

- Vit krevja, at politikarar taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, lurta eftir granskingini og taka neyðugu átøkini til tess at basa veðurlagsbroytingarnar og minka um heimsútlátið, sigur Elsa Berg, umboð fyri Ringrás, sum er ein av stuðlunum og fyriskiparunum til veðurlagsverkføllini.

Stuðlarnir av veðurlagsverkføllunum eru FNU, Ringrás, Reyði Krossur, Unga Tjóðveldið, Ungmannafelagið Samband, Ungt Sjálvstýri, Sosialistisk Ung og Útilív.

- Føroyar eru enn einki undangonguland á grøna økinum. M.a. hevur Føroya Løgting júst samtykt, at oljuleitingar í Føroyskum øki skulu í gongd aftur og náttúruverndarlógin verður allarhelst ikki samtykt í hesum samgonguskeiðinum kortini, siga fyrireikararnir.

Fleiri myndir frá veðurlagsverkfallinum á Vaglinum í dag eru at síggja her: