Myndir: Rekkjukoyring í Sandoynni

Í kvøld var rekkjukoyring í Sandoynni, og einir 30 pyntaðir bilar vóru við í tiltakinum

Ferðin hjá pyntaðu bilunum byrjaði í Skopun, har koyrt varð runt í bygdini, og tá komið varð til Sands, varð eisini koyrt gjøgnum bygdina her.

Ein lítil steðgur var úti á bryggjuni á Sandi.

Síðan kom bilrøðin spakuliga heim gjøgnum bygdina á Sandi, eftir Sandafløtti og eystur til Húsavíkar og síðan til Skálavíkar, skilst.

Tað gekk ein góð løta, til bilarnir vóru aftur á Sandi og hildu leiðina yvir um fløttin og norður aftur til Skopunar, har steðgað varð á bryggjuni.

Í Skopun fekk flottasti bilurin eina virðisløn og soleiðis, sum vit hava skilt, sæst vinnandi bilurin her í myndarøðini og eisini niðast í røðini.

Tá bilarnir komu aftur til Skopunar, fekk flottasti bilurin eina virðisløn

Tá bilarnir komu aftur til Skopunar, fekk flottasti bilurin eina virðisløn