Nú ber til at fáa fatur á føroyskari ull

Ullin, Búnaðarstovan tók ímóti í summar, verður nú seld aftur

Búnaðarstovan fer nú at selja ullina, tey tóku ímóti í summar.

Hetta var fyrstu ferð, at roynt varð við eini miðsavnaðari ullamóttøku frá teimum, sum hava seyð.

Tilsamans fingu tey 35 tons av ull, og tað er nakað minni enn tey høvdu vónað. Men tað var ikki rættiliga óvæntað, tí hetta koma so seint í lag, at tey fingu ikki stundir at skipa móttøkur kring landið.

Av ullini, tey hava fingið, eru 19 tons fyrstafloks ull og øll ullin er nú skild og pakkað, og verður nú seld.

Tey hava roynt at selja ullina í smáum, men tað var eingin serligur áhugi fyri tí. Men Dorthea Joensen á Búnaðarstovuni sigur, at tey vildu í hvussu so er geva fólki høvi til at keypa í smáum.

Eftir nýggjár verður ullin so seld í stórum nøgdum, men prísurin er ikki ásettur enn.

Ullin, sum er fyrstafloks, er skild í seks ymsar litir og ullin, sum er annanfloks, er blandað. Ullin, sum er fyrstafloks, er besta ullin av føroyska seyðinum í ár, og hon er góð alt ullararbeiði, sigur hon.

Ullin, sum er annanfloks, kann brúkast til grovari arbeiði, teppi, ífyllu til pútir, og annað, sigur hon.