Nú ber til at søkja jólahjálp

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki.

Til ber at søkja á tríggjar ymiskar hættir. Til ber at fara inn á www.takk.fo og fylla út umsóknarblaðið á síðuni. Eisini ber til at prenta út umsóknarblaðið av heimasíðini og senda tað við postinum til Í menniskjum góður tokki, Dalatún 15, 100 Tórshavn. Ein triði møguleiki er at ringja á nummar 220000 hóskvøldið 29. november og fríggjakvøldið 30. november millum klokkan 19.00 – 22.00, so verður umsóknarblaðið fylt út umvegis telefonina.

Øll kunnu trygt søkja um jólahjálp, tí eingin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerðin av umsóknunum fer fram í trúnaði og undir tagnarskyldu. Tá jólahjálpin er latin, verða allar umsóknir burturbeindar.

Í menniskjum góður tokki hevur í ár knýtt samstarv við Taks, ið eftirkannar teir upplýsingar, sum givnir verða um inntøku. Tað er tí umráðandi, at tey, sum søkja, upplýsa neyvar upphæddir, tá ið umsóknarblaðið verður fylt út.

Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er fríggjadagin 30. november á miðnátt, og í seinasta lagi 20. desember hava øll fingið svar.