Føroyska U-19 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti tekur í hesum døgum lut í EM-undakapping í Bulgaria.
Liðini í bólkinum hjá Føroyum eru Bulgaria, Danmark, Turkaland og Føroyar, og fyrsti dysturin hjá føroyingunum er á skránni júst nú ímóti Turkaland.
Og føroyska liðið tók annars leiðsluna í dystinum. Hetta hendi í fyrra hálvleiki, tá Rógvi Holm úr AB fekk bóltin í málið eftir hornaspark. Síðani hava hinir fingið trý mál á rað.