Rumenia vann á 28-27 á Norðurmakedonia í okkara bólki í U21 HM-endaspælinum í Póllandi. Norðurmakedonia var annars á odda 17-12 í steðginum.
Tað merkir, at Rumenia er fremst í bólkinum við fýra stigum. Føroyar hava trý stig, Ísland hevur eitt stig og Norðurmakedonia einki stig.
Leygardagin klokkan 10.45 spæla Føroyar og Rumenia, og klokkan 13 spæla Ísland og Norðurmakedonia.
Føroyar vinna seg víðari til ovara millumumfarið, um okkara vinna ella leika javnt móti Rumenia. Ein tepur ósigur kann vera nóg mikið, um Ísland missir stig ella bert vinnur ein tepran sigur á Norðurmakedonia. Føroyar hava málmunin pluss fimm, meðan Ísland hevur minus fýra. Tað er tó ikki nakað okkara fara at dúva upp á, og tað er eisini týdningarmikið at fáa stig við sær til millumumfarið, og tað gerst bert við sigri ella javnleiki móti Rumenia.