- Vit kunnu slett ikki ímynda okkum, hvat hesin bygningurin fer at skapa, segði Bogi Bech Jensen, stjóri á almennari móttøku í Glasi í dag.
Bogi Bech Jensen, skúlastjóri á Glasi greiddi í røðu í dag frá, at næmingar, starvsfólk og leiðsla á Glasi hava verið ógvuliga tolin og somuleiðis upplivað arbeiðið hjá Landsverki sum professionelt og stovnin sum tænastusinnaðan.
- Vit høvdu næmingar, sum byrjað í skúla í 2012, 13, 14 og 15, og tey øll ynsktu sær at sleppa í nýggja skúlan. Nú stendur hann her og er endeliga veruleiki, segði Bogi Bech Jensen.
Eins og internetið broytti veruleikan meira, enn tað bar til at ímynda sær, tá ið internetið kom til Føroya í 90’unum, so væntar skúlastjórin, at Glasir fer at skapa meira, enn vit í dag kunnu ímynda okkum.
- Hesar góðu umstøður saman við dugnaligum starvsfólki og føroyska ungdóminum er tað, sum eg haldi skal til, fyri at vit kunnu uppnáa okkara visión um, at Glasir skal upplivast sum eitt framúr læringsumhvørvið, segði Bogi Bech Jensen.
Sí myndirnar undir greinini.