Nú er eisini Smyril lagdur í dag

Bygdaleiðir eru givnar at koyra og Smyril siglur ikki aftur fyrrenn í kvøld

Nú eru enn fleiri túrar avlýstir hjá Strandferðsluni fyri veður.

Strandferðslan sigur beint nú, at øll koyring hjá Bygdaleiðum er hildin uppat, og samstundis er ongin sigling til Nólsoyar, Svínoyar, Fugloyar, Skúgvoyar og út í Hest.

Men harumframt er eisini Smyril nú lagdur.

Hann siglur nevniliga ikki av Havnini klokkan 13, sum ætlað og av Krambatanga klokkan 15.30. Sostatt siglur hann ikki aftur fyrrenn klokkan 18.30 í dag, tá ið hann fer úr Havnini til Suðuroyar.

Landsverk sigur, at í løtuni eru upp í 39 metrar um sekundið