Nú er hann heimsins skjótasti juniorur

18 ára gamli Pál Joensen var yngsti maður í hylinum, men var spáddur at hava góðar møguleikar í dagsins finalu í 1500m frí við stuttbana-EM í Rijeka, Kroatia. Hóast hann framvegis er juniorur, so var Pál innlimaður í finaluna við 7. bestu tíðini. Og sigast má, at Pál av álvara stóð seg væl í finaluni, tí við tíðini 14.39.99 gjørdist hann nummar 5 og sló danska junior-metið á hesum teini við heili 10 sekundum.

 

Tíðin hjá Páli var bara 29/100 av einum sekundi verri enn tann hjá skjótt 21 ára gamla danska stjørnuskotinum, Mads Glæsner. Pál Joensen gjørdi seg fyrr í ár merktan við at vinna heili trý gullheiðursmerki í junior-EM, og lítið er at ivast í, at ein stór framtíð bíðar Páli Joensen, sum til dagligt venur í 25 metrar longum hyli við fýra geilum í Vági.