Føroyski rithøvundurin, Rakel Helmsdal, er ein av rithøvundum, sum er í uppskoti stóru ALMA-virðislønina.
Tað frættist av bókamessu í Frankfurt beint nú.
Astrid Lindgren Memorial Award, ella ALMA virðislønin er størsta bókmentavirðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir í heiminum.
Tilnevningina hevur hon fingið fyri virki sítt sum rithøvundur, myndprýðari, søguforteljari og lesifremjari. Hetta er fjórðu ferð, at Rakel Helmsdal er tilnevnd, og hon er einasti føroyski rithøvundurin, sum hevur verið tilnevnd til hesa virðislønina.
Vinnarin verður kunngjørdur á stóru barnabókamessuni í Bologna í mai 2020.