Nú er hugaligari

- Nústaðni byrjar kappingin fyri okkara viðkomandi, helduyr Sverri Justinussen. Orsøkin er fyrst og fremst nýggju útlendingarnir á liðnum, og sunnudagin vóru hesir við til at tryggja Tjaldrinum fyrstu stigini

Tjaldur-KÍF 29-10 (16-8)


Hondbóltur


Tað er einki dulsmál, at byrjanin upp á kappingarárið hjá Tjaldrinum hevur verið alt annað enn góð.

Felagið hevði annars brynjað seg út til hetta árið, og í summar varð avtala gjørd við Jacob Jónsson, um at hann skuldi standa fyri venjingini í vetur.

Sum kunnugt, so varð hetta tó av ongum, og ikki fyrr enn nú tykist skil at vera komið í hondbóltin í Runavíkini.


- Tað var sjálvandi ein dyggur smeitur hjá okkum, tá Jacob stakk av. Vit vóru kanska ikki so nógvir, sum vandu, men eg veit at fleiri høvdu í umbúna at koma, men tá datt alt so niðurfyri, sigur Sverri Justinussen.

- Nú hava vit so fingið fatur á tveimum útlendskum leikarum, harav málverjin eisini hevur lokið venjaraútbúgving, so nústaðni byrjar árið hjá okkum.

- Enn er tó nógv, sum restar í, og kanska er tað serliga orkan, sum skal betrast, so at stigini verða býtt í helvt eftir grundspælið, er bert til fyrimuns hjá okkum.


Í dystinum móti KÍF sá tó ikki út til, at runavíkingarnir ikki orkaðu nóg væl, og Sverri ásannar eisini, at longu nú er nógv betrað hjá teimum.

- Vit hava vant fýra ferð hesa vikuna, og tað er so í øllum førum nakað spildurnýtt hjá okkum. Tað hava verið einir 12-14 mans til venjingarnar, og hugurin at spæla er so avgjørt batnaður heilt nógv.

- Dysturin móti KÍF vil eg siga varð avgjørdur í fyrra hálvleiki. Vit vunnu okkum eina trygga leiðslu hampuliga skjótt, og so varð hendan útbygd allan hálvleikin. Í seinna hálvleiki hildu vit so fast um hesa, og sigurin kom so at siga ongantíð í vanda.

- Í mun til hinar dystirnar hjá okkum haldi eg, at vit nú eru nógv ágrytnari. Menn tóktust rættiliga uppsettir, og serliga riggaði verjuparturin væl, umframt at málverjin aftur stóð ein sera góðan dyst.

At tað nú verður meira hugaligt at spæla hondbólt í Runavíkini, er Sverri heldur ikki í iva um.

- Vit tykjast nú at hava eitt hampuliga fast fólkagrundarlag, ístaðin fyri sum i fjør, tá liðið so at siga varð skavað saman til hvønn dyst. Alt hetta ger sjálvandi, at hugurin at spæla nú er nógv betri, sigur Sverri Justinussen at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Sverri Justinussen 9(2), Zoran Savicevic 6(5), Sveinur í Heiðunum 5, Mortan Hansen 4, Jens Martin Knudsen 3, Ken Bærendsen 1, Arnfinn Langgaard 1

KÍF: Durica Tomic 6(2), Eddie Joensen 4, Vagnur Johannesen 4, Petur Martin Johansen 3, Fríðrik Joensen 2, Sune Davidsen 1

Brotskøst: Tjaldur 11, KÍF 3

Útvísingar: Tjaldur 2, KÍF 4

Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen