Nú er kreppa í verjuni hjá Liverpool

Liverpool hevur fingið ringast hugsandi skaðaboðini um Joe Gomez í dag

Liverpool boðar í dag frá, at Joe Gomez hevur verið undir skurð fyri ein álvarsligan knæskaða, ið hann fekk til venjing við enska landsliðnum, sum ger at miðverjin møguliga ikki spælir aftur í hesum kappingarárinum.

Tað kemur illa við hjá Liverpool, sum longu er uttan stjørnuverjuspælaran, Virgil van Dijk, sum eisini situr uttanfyri við einum álvarsligum knæskaða. Tað vil siga, at Liverpool í løtuni er uttan teir báðar sterkastu miðverjarnar restina av kappingarárinum.

Ein av avloysarunum hevur verið brasilski miðvallarin, Fabinho, men eisini hann hevur verið plágaður av skaða. Hann verður tó væntandi tøkur til dystirnar hjá Liverpool, sum eru eftir landsliðssteðgin.

Liverpool hevur í løtuni bara Joel Matip, sum kann roknast sum ein miðverji við fyrstaliðsroyndum. Spælarar sum Nathaniel Phillips og Rhys Williams mugu nú traðka til.