Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Alt bendir nú á, at ein stórur meiriluti í Løgtinginum við Javnaðarflokkinum, Sambands-flokkin-um, Miðflokkinum og Tjóðveldisflokkinum er heldur fyri at byggja á samhaldsføstu eftirlønarskipanina enn ta privatu fólkatryggingina hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Eitt av teim størstu politisku málunum seinastu árini er tørvurin á eini eftirlønarskipan fyri arbeiðsmarknaðin. Landsstýrið boðaði beinanvegin frá, so skjótt tað varð skipað í mai 1998, at tað fór at koma við eini privatari tryggingarskipan, nakað sum Fólkaflokkurin hevði skotið upp í valstríðnum.
Nógv tjak hevur hesi 3-4 árini staðið um hetta málið. Javnaðarflokkurin hevur nýtt eitthvørt høvi at stríðst móti hesi fólkaflokstryggingini, og hevur ístaðin víst á Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin sum ta bestu og mest rættvísu skipanina. Hetta hevur eisini verið støðan hjá føroysku fakfelagsrørsluni.
Sannleikans tími nærkast
Landsstýrið hevur ferð eftir ferð boðað frá, at nú fór uppskotið at koma. Men onki hevur spurst burturúr. Men nú tykist sannleikans tími at nærkast. Smb. Dagblaðnum hevur løgmaður sligið nevan í borðið og kravt, at nú skal uppskotið fram við fólkafloksligu fólkatryggingini, ella tók hann málið úr hondunum á Sámal Peturi. Undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans hevur so Sámal Petur svarað, at nú kemur tað fyrsta dagin - ?uppskotið til lógartekstin er skrivað?, sigur hann
Nú er so tann stóri spurningurin, hvussu uppskotið er, ið landsstýrismaðurin ætlar at leggja fram. Enn noktar hann at siga nakað um tað. Men tó er alt, sum bendir á, at tað er tann fólkafloksliga privata tryggingarskipanin, sum tað verður borðreitt við. Hetta segði lstm. Bjarni Djurholm longu á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag t. 9.3.2001, har umboð fyri flokkarnar vóru bodnir at greiða frá teirra sjónarmiðum um arbeiðsmarknaðareftirlønina.
Tann fólkafloksliga fólkatryggingin
Landsstýrismaðurin segði frá,
? at hetta fór at verða ein tvungin privat og individuel trygging, skipað sum lívrentu ratutrygging,
? at inngjaldið frá øllum løntakarum skuldi økjast líðandi úr 2% upp í 8-10%, byrjandi longu nú í heyst,
? at útgjaldið fór at verða alt eftir, hvussu nógv hvør einstakur hevði goldið inn, men
? onki útgjald fer at vera, fyrr enn aftaná fult uppsparingarskeið hjá hvørjum einstakum.
Er hetta veruliga ætlanin hjá landsstýrinum, so hevur landsstýrið ein stóran trupulleika, tí tann størsti samgonguflokkurin tekur ikki undir við hesi fólkaflokstryggingini. Tað segði umboð Tjóðveldisfloksins longu á sama fundi í F.A. Teir vildu heldur hava eina samhaldsfasta skipan á ein ella annan hátt. Og hetta hava fleiri umboð fyri Tjóðveldisflokkin tikið uppaftur nú undir viðgerðini av løgmansrøðuni.
Fólkaflokstryggingin kolldømd av løntakarafeløgunum
Men vit eru so von við, at tá tað kemur til skarpskeringar, so bognar Tjóðveldisflokkurin undir trýstinum frá Fólkaflokkinum. Tó fái eg meg ikki at trúgva, at hann eisini hesaferð gevur seg undir koyrilin, tí tað verður ikki lukkuligt fyri flokkin, um hann letur fólkaflokstryggingina blíva úrslitið av stríðnum um komandi eftirlønarskipanina fyri arbeiðsmarknaðin. Ein slík skipan er frammanundan kolldømd av øllum løntakarafeløgunum. Tey fara aldrin við góðum at finna seg í, at landsstýri og løgting fara at kroysta slíka eftirlønarskipan niður yvir høvdið á teimum ? ikki minst tá hugsað verður um hvussu væl løgting og landsstýri hava syrgt fyri egnum pensjónum.
Torir landsstýrið at slongja hetta uppskotið í skonina á arbeiðandi fólkinum í Føroyum? Eg vóni tað ikki, og vil tí í staðin mæla landsstýrinum til: Takið stig til at fáa semju um eina eftirlønarskipan við løntakarafeløgini og við alt løgtingið. Leggið hetta málið til viðgerðar í serliga tingnevnd, mannað úr øllum flokkum.
Bæðí Sambandið og Tjóðveldi eru nú við uppá Samhaldsfasta
Javnaðarflokkurin er hinvegin ikki í iva um, at tann besta og mest rættvísa loysnin viðv. arbeiðsmarknaðareftirlønini er at satsa uppá tann samhaldsfasta. Hetta er eisini tann loysnin, sum fakfeløgini vísa á.
Gleðiligt er, at Tjóðveldisflokkurin nú er sinnaður at venda aftur til samhaldsføstu loysnina, sum hann var við til at seta í verk fyri meir enn 10 árum síðani.
Og gleðiligt er eisini, at Sambandsflokkurin hevur skift hugsan og nú eisini tekur undir við Samhaldsfasta, og beinleiðis er komin við uppskoti um at skjóta 400 mió. kr. í stovnsfæið nú og aftur 400 mió. kr. seinni. Ikki minst var tað hetta, sum aftur fekk Samhaldsfasta ovast á politisku dagsskránna.
Roknidømi uppá Samhaldsfasta
Um vit nú bara rokna við hesum fyrstu 400 mió. kr. og økja stovnsfæið hjá Samhaldsfasta við tí, so skuldi tað kunna givið eitt árligt avkast uppá 20-25 mió. kr. Tað er líka nógv sum árliga inngjaldið nú, og skuldi tað tí kunna økt mánaðarliga útgjaldið til tað dupulta, úr 600 til 1200 kr.
Hetta er sjálvandi ikki nóg mikið. Vit kunnu tí skjóta upp, at inngjaldið til Samhaldsfasta eisini verður økt úr núverandi 0,5% til 2% - og verður verandi har. Tað skuldi beinanvegin kunna givið eina hækking uppá 1600 kr. um mánaðin.
Samanlagt kundu vit á henda hátt økt mánaðarliga útgjaldið til hvønn einstakan borgara yvir 66 ár beinanvegin til 1200 + 1600 kr. um mánaðin, tils. 2.800 kr. Við rentutilskriving kundi hetta verið 3.700 kr. longu eftir 5 árum, og 4.800 eftir 10 árum.
Samhaldsfasti og fólkapensjónin tilsamans
Taka vit nú fólkapensjónina saman við tí økta útgjaldinum úr Samhaldsfasta, so kunnu upphæddirnar verða:
Fyri stakan pensjonist:
Nú: 9.000 kr.
Um 5 ár: 10.000 kr.
Um 10 ár: 11.000 kr.
Fyri pensjonistahjún:
Nú: 15.000 kr.
Um 5 ár: 17.000 kr.
Um 10 ár: 19.000 kr.
Við hesum kunnu vit siga, at vit hava eina sømiliga grundpensjón til øll. So kunnu løntakararnir gjøgnum síni fakfeløg hava aðrar eftirlønaruppsparingar, so sum tey halda seg hava møguleika og tørv fyri.
Nú eru hesi tølini bara eitt roknidømi út frá leysligum metingum. Upphæddirnar kunnu sjálvandi verða heilt aðrar, tí til ber jú at broyta allar hesar tríggjar tættirnar: bæði stovnsfæið í Samhaldsfasta, prosent-inngjaldið í Samhaldsfasta, og upphæddirnar í fólkapensjónini. Avgerandi fyri úrslitið er, hvussu langt politiski viljin røkkur.
Landsstýrismannaeftirlønin og arbeiðsmarknaðareftirlønin
Javnaðarflokkurin fegnast um, at undirtøkan fyri Samhaldsfasta er styrkt so nógv í seinastuni, at nú skuldi borið til at gera hann til tað munagóða ískoytið til pensjónina, sum ætlanin upprunaliga var.
Samstundis hevur Javnaðarflokkurin eisini avgjørt, at vit fara saman við øðrum flokkum at taka stig til, at samtyktu broytingarnar av eftirlønum landsstýrismanna verða settar úr gildi, og at málið fær nýggja viðgerð - men ikki fyrr enn spurningurin um eina eftirlønarskipan fyri arbeiðsmarknaðin er avgreiddur.