Nú er Mjølnir fremst hjá kvinnunum

Flogbóltur, kvinnur: Hóast Mjølnirkvinnurnar hava vunnið allar sínar dystir higartil, so var tað ikki fyrr enn eftir sigurin móti Fleyr b í vikuskiftinum, at tær endaðu á ovastu rók í meistaradeildini

Tað vóru tríggir dystir í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið.

Tveir teirra vóru innanhýsis dystir, har a-liðini og b-liðini hjá TB og Fleyr møttust.

Sum ein eisini kundi roknað við, so vóru tað a-liðini bæði, sum fóru við sigrunum og tað er ikki so nógv at siga til tað.

Fleyr a og Fleyr b møttust í Gundadalshøllini hósdagin í farnu viku og tann dysturin endaði við 3-0 sigri til Fleyr a.

Á Tvøroyri hittust TBa og TBb og har var heldur eingin ivi um hvønn veg sigurin fór. TBa vann dystin 3-0 og settmunurin sigur frá einum ójøvnum dysti.

TBa vann settini 15-0, 15-3 og 15-5.

Seinasti dysturin var í Klaksvík lyegardagin tá Mjølnir tók ímóti Fleyr b.

Heldur ikki hesaferð megnaði Fleyr b at gera nakað við Mjølnir, sum fór við einum 3-0 sigri úr KÍ-høllini.

Eftir dystin kom Mjølnir á tað fyrsta plássið, sum eftir røttum hevur verið teirra síðan kappingin byrjaði.

Men av tí at kappingin hevur verið skipað á ein so løgnan hátt, so hevur enn ikki eydnast teimum at koma ovast á rókina.

Mjølnir er nú fremst í kvinnudeildini við 10 stigum fyri fimm dystir.

TBa hevur eisini 10 stig, men fyri seks dystir.

Eisini Dráttur úr Vágum hevur 10 stig, men tær hava spælt ikki færri enn sjey dystir. Tær høvdu frí hetta vikuskiftið.

Fleyr a hevur eisini spælt sjey dystir, men tær hava bara átta stig.

Niðast í meistaradeildini hjá kvinnum eru TBb við tveimum stigum og Fleyr b við ongum stigi.