Fótbóltur
Annað vikuskiftið upp í slag átti B36 heimavøll móti einum av kappingarneytunum í stríðnum at vinna oddaliðið, HB, aftur.
Eftir trygga sigurin á B68 vóru tað hesa ferð runavíkingar, sum komu á vitjan, og um ikki annað, so hevði B36 í øllum førum hagtølini við sær. Seinastu tíggju árini hevði NSÍ nevnliga ikki fingið somikið sum eitt stig við sær úr Gundadaldi, tá B36 hevði verið mótstøðuliðið.
Hartil hevur NSÍ í løtuni eina strævna dystarskrá, so alt í alt mundu tað vera teir á heimaliðnum, sum høvdu favoritt-heitið á sær, tá farið varð á vøllin.
Umskipanir
Fyrstu løtuna av dystinum leikaði so hampuliga javnt á. B36, sum hevði ein fullkomuliga umskipaðan miðvøll, hevði eitt sindur ilt við at fáa alt at rigga, soleiðis sum tað skuldi. Ferðin á spælinum var snøgt sagt ov lág til veruliga at seta móstøðuna undir trýst, og runavíkingar høvdu tí ikki stórvegis trupulleikar av at halda tætt í verjupartinum.
Hinvegin vóru gestirnir heldur ikki serliga vandamikil. Christian Høgni Jacobsen varð skaddur á Toftum í miðvikuni, og tað skerdi helst álopspartin nakað, men spurningurin er tó, um hann hevði kunnað fingið stórvegis burturúr longu sendingunum fram, ið aloftast vóru sera torførar at arbeiða víðari við hjá teimum báðum rættiliga einsamøllu álopsmonnunum.
Tað mundi eisini koma illa við hjá NSÍ, at Djóni N. Joensen rættiliga tíðliga í dystinum noyddist út við skaða, men nakran stórvegis mun í spælinum tóktist hetta tó ikki at hava. Fyrst og fremst tí Pól Thorsteinsson við hesum slapp av høgra bakkinum og inn í miðverjuna, har hann tykist trívast munandi betri og ikki gerst eins fastlæstur.
Seinasta triðingin av hálvleikinum fóru teir á heimaliðnum tó spakuliga at ota seg longur niðan á mótstøðunálvuna. Eina langa løtu gekk spælið í ovurstóran mun fyri seg á NSÍ hálvuni, men hóast nakrar vandamiklar stóðust av hesum, so tóktist tað alt meira sannlíkt, at hálvleikurin skuldi gerast málleysur.
Barnasjúkur
Tað kom tó kortini eitt mál undan steðginum, men tað var so ikki B36, sum fekk tað.
Hetta kom sum úrslit av eini deyðssynd á B36-miðvøllinum, tá teir ikki vóru nóg ansnir, tá eitt álop skuldi byggjast upp. Arnbjørn Danielsen skundaði sær at taka eitt innkast uppi á miðjum vølli inn til Jens Kristian Hansen. Landsliðsmaðurin var ikki so øgiliga hart trýstur, men tá hann hálvkiksaði temjingina var Helgi L. Petersen sum eitt fok á honum og fekk prikað bóltin til lítla-beiggjan í álopinum. Sonni streyk frá B36-verjuni, sum var á veg niðan á vøllin og tí ikki var serliga skipað, og Óli Hansen skuldi so bara setra innaru síðuna á, tá bólturin varð rullaður eftir málteigarlinjuni.
Hetta var sum vátur vøttur at fáa hjá B36. Ikki minst eftir stóra yvirtakið seinasta korterið undan steðginum, og tí kundi tú kanska hildið, at nú fóru teir at leggja enn meira fyri, tá liðini komu útaftur.
Fyrstu løtuna var hetta tó ikki serliga sjónligt. Hóast runavíkingar tóktust at vera ógvuliga væl nøgdir við leiðsluna, so fingu teir nú nógv betri sømdir at spæla seg niðaneftir vøllinum. Veruliga møguleikar komu teir tó kanska ikki til, men tá eitt korter var farið bragdaði aftur.
Aftur hesa ferð var talan um mistak hjá B36. NSÍ átti fríspark í høgru, og tá B36 bert sendi ein mann út í múrin, varð hetta tikið stutt. Tveir ímóti einum var lætt hjá runavíkingum at spæla seg ígjøgnum, og tá Kári Hansen sendi innfyri av baklinjuni, var Sonni L. Petersen fyrstur á, og hóast René Tórgerð hálvbjargaði fyrstu royndini, so fekk álopsmaðurin trýst bóltin inn, og so var 2-0.
Hepni skal til
Høvdu runavíkingarnir eftir hetta hildið fast um leistin, sum teir fyrstu 60 minuttirni vóru leiktir eftir, so høvdu teir helst havt fult tamarhald á restina av dystinum.
Men tað gjørdu teir ikki. Framvegis ætlaðu teir at dúva upp á verjuna og so kvik mótálop, men seinasta hálva tíman fullu teir í longum løtum alt ov langt aftur á vøllin, og tí fekk heimaliðið lagt eitt sera stórt trýst oman móti gestunum.
´Tað skal tó sigast, at runavíkingar sanniliga høvdu sínar møguleikar eftir hetta, men eingin av hesum var tó somikið stórur, sum nakrir av teimum hjá B36 vóru.
Fleiri ferðir stóð heilt nógv á, og millum annað noyddist Jens Martin at gera eina fantom-bjarging, tá John Petersen stútaði niður í málhornið, men hetta tóktist tó vera til fánýtis tá John fekk fatur á returinum fyri síðani at verða feldur.
John legði líka í alla siðvenju, og gjørdi seg til at sparka úr ellivu metrum, men so var tað, at reglan um at tann, sum verður feldur, ongan tíð skal skjóta brotssparkið sjálvur, varð staðfest. Úr ellivu metrum smekkaði John til, og bólturin fór væl upp um málið.
Hetta tók tó ikki móti frá B36. Heldur royndu teir í enn størri mun at trýsta, og einar fimm minuttir eftir brotssparkið hjá John, peikaði dómarin aftur á hvíta blettin. B36 sendi innfyri, og Sjúrður Jacobsen sá sær ikki annan hátt enn at nýta hondina, tá bólturin skuldi steðgast. Hetta var aðru ferð, at Sjúrður nýtti hondina, og dómarin var eirindaleysur. Brotsspark og reytt kort.
Sanniliga ein bjargingarlína til B36, men Jens Martin Knudsen vildi tað øðrvísi. Jáku á Borg varð hesa ferð settur at skjóta, men landsliðsmálverjin tveitti seg rætta vegin og bjargaði royndini.
Einki bar til
Við tíggju monnum á vøllinum var ikki annað enn náttúrligt, at NSÍ mest sum gróv seg niður í egnum brotsteigi seinastu 10 minuttirnar, men hóast hetta gav fleiri møguleikar til B36, so bar einki til. Einar tvær ferðir høvdu teir heilt góðar møguleika at skora, men onkursvegna misnýttu teir kortini, og tað skuldu fara tveir minuttir av eykatíðini hjá dómaranum, áðrenn bólturin kom inn um Jens Martin Knudsen, tá Magni á Lakjuni sera hegnisliga sendi við kalda høgra beininum upp í málhorni.
Hetta var tó bara sum at pissa í buks hjá B36, tí tað vermdi bara eina lítla løtu. NSÍ gav bóltin upp og sendi oman í horni, og tá Carl Høgnesen skuldi var ov seinur at rudda, var júst innskifti Ian Højgaard alt fyri eitt á honum. Hann vann bóltin, dróg inn í brotsteigin, og tá hann so sendi tvørt fyri var setningurin hjá Óla eins einfaldur, og hann var við fyrsta málið.
At Magni á Lakjuni so í seinastu álopsroyndini sendi tvært fyri málið, eftir at Jens Martin hevði hálvbjargað, var bara ein staðfesting av, at hetta ikki var dagurin hjá B36. Teir fingu møguleikan at koma aftur í dystin, tá NSÍ seinastu longu løtuna legði seg alt ov langt aftur á vøllin, men teir megnaðu ikki at taka av. Heldur ikki, tá teir tvær ferðir fingu gyltan møguleika úr ellivu metrum.
Avgjørdar dygdir
Tað skal tó einki takast frá runavíkingunum, tí verður sæð burtur frá seinastu 20 minuttunum, so spældu teir heilt avgjørt ein skilagóðan dyst, har teir hildu seg til taktistka uppleggið.
Sera sjáldan lótu teir seg nerva av, at mótstøðan hevði mesta spælið. Teir royndu fyrst og fremst at standa rætt í verjupartinum, góvu sær tíð, tá teir høvdu bóltin, og so vóru teir eisini nóg kaldir, tá mótstøðumenninir framdu mistøkini. Og tað eru so sanniliga dygdir, sum tú skalt hava, um tú skalt gera teg galdandi.
At teir so eisini høvdu hepnið, er so nakað annað, men hinvegin skal hepnið eisini fylgja við, um tú skalt vera í oddinum. Og so mundi tað eisini tykjast fløvandi eftir misnýtta brotssparkið á Toftum, at tað hesa ferð vóru mótstøðumenninir, sum misnýttu.
Dysturin í tølum
B36-NSÍ 1-3 (0-1)
0-1: Óli Hansen, 45
0-2: Sonni L. Petersen , 60
1-2: Magni á Lakjuni, 90
1-3: Óli Hansen, 90
Dómari: Niklas á Líðarenda: Tóktist alla tíðina at hava sera góða kontakt við leikararnar, og hetta er hin fremsta fortreytin fyri at hava tamarhald á dystinum. Sjálvsagt vóru einstakar hendingar, har leikararnir ikki vóru samdir, men sum heild var talan um eitt framúr dómaraavrik, og at tað bert var neyðugt við kortum tær báðar ferðirnar, at Sjúrður nýtti hondina, sigur eisini nakað um, at leikararnir vistu, hvar dómarin hevði lagt linjuna.
B36: René Tórgarð - Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen ? Kenneth Jacobsen, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen, Ragnar Poulsen ? Bárður Mortansson, John Petersen, Magni á Lakjuni
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Pól Thorsteinsson, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen ? Óli Hansen, Sonni L. Petersen