Mansflogbóltur
Eftir ein lítlan niðurtúr miðskeiðis í endaspælinum, tykist tað nú, sum um ÍF aftur er í ferð við at staðfesta støðuna sum sterkasta mansliðið í landinum.
Tvey tap á rað syrgdu annars fyri, at fyrst og fremst klaksvíkingar av álvara komu í part í FM-stríðnum, sum annars mest av øllum hevði mint um ein avgreiðsluspurning fram til tá.
Skuldu Mjølnir framvegis hava møguleikan at blanda seg, so skuldu teir eisini vinna dystin á Kambsdali sunnudgin, men tó at tað í øllum trimum settunum ikki var so øgiliga langt frá, so megnaðu teir ongan tíð av álvara at hótta heimaliðið.
Styrkin hjá ÍF hevur í alt ár verið - umframt sterkar einstaklingar ? at teir hava nógv ta størstu breiddina í spælinum, og soleiðis var eisini sunnudagin. Møguleikarnir at variera spælið eru tí nógv størri, og tað var helst fyrst og fremst hetta, sum feldi Mjølnir sunnudagin. Klaksvíkingarnir vóru hampuliga væl við fyrsta settið, men tá ÍF so líka sum hevði peilað seg inn á mótstøðuna, var einki at gera.
Eitt stig restar
Við sigrinum á Mjølni syrgdi ÍF fyri, at teir nú bert eru millimtrar frá at tryggja sær FM-heitið. Fáa teir stig burtur úr bara øðrum av teimum báðum eftirverandi dystunum, so er slagið vunnið, men hinvegin er talan á ongan hátt um lættar dystir.
Fyrst skulu teir til Sørvágs, har SÍ uttan iva vil hevna tepra tapið í steypafinaluni, og samstundis halda fast í sínum møguleika fyri FM, og síðani gongur leiðin til Havnar, har Fram fleiri ferðir áður hevur givið ÍF ein skarpan gang.
Lætt verður tað so undir ongum umstøðum hjá ÍF, men hóast tað, so mugu teir finna seg í leiklutinum sum favorittar. Sum teir hava spælt í ár, so er tað í øllum førum væntandi, at stig fást burturúr, men hinvegin kann hugsast, at nervarnir kunnu spæla eitt puss í seinasta dystinum, um teir ikki fáa nóg nógv burturúr, tá teir annað vikuskifti vitja í Sørvági.