Nú er vent í holuni

Orðaskifti á lágum støði. Øðrvísi kann tað ikki sigast, tá umrøðan av fyrispurningi frá fyrrverandi mentanarlandsstýrismanni var á løgtingi seinasta fríggjadag.

Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevði sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, fyrispurning um valið av nevndarlimum í Framtaksgrunninum, og vit kunnu skjótt semjast um, at spurningurin er sera aktuellur.
Tað, sum best kom fram í viðgerðini, (og spell var tað) var tó orðalagið hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í mentamálum, tí skal hatta verða støðið i framtíðar fullveldinum Føroyum, sum samgongan ætlar og ynskir sær, so er okkurt sum als ikki ruggar rætt!
Her ber heldur ikki til at geva dønum skuldina, sum Tjóðveldisflokkurin annars plagar, tá ongin annar er at skylda uppá. Men her er møguliga okkurt við at taka seg upp, so onkur fær eitt páskot til at taka seg burturúr samstarvinum.
Møguliga skulu fráboðaðar kannirngar frá OECD avleiða og sissa partarnar eina tíð, men um so var at slíkar komu í lag, so hevði lagnan helst blivið hin sama sum við øðrum kanningum, m.a. hjá donsku ráðgevandi nevndini á sinni.
"Hvør er í samgongu, og hvør er í andstøðu ?" helt onkur fyri, tá fundurin endaði, og tað var ikki so undarligt.

Formaningarnar hjá Høgna
So kann formaður Tjóðveldisfloksins tosa, skriva og formana, sum hann vil um "partapolitiska máling", sum skal burtur, ella "partapolitiskt tvassarí", sum oyðileggur alt. Sjálvandi meinar hann altíð við hinar, tá hann brúkar hesar vendingar.
Sjálvur gongur hann fremst í niðurgerð av annaðleiðis hugsandi, tá hann skrivar um "eitt valevni, sum upptraðkar sum búskaparfrøðingur", tá hann sipar til ein búskapar-frøðing, ið torir at standa við at hann er sambandsmaður, og sum eisini hevur dittað sær at vera kritiskur móti Høgna bæði nú eins og móti hansara útgreining av Hvítubók á sinni.
Gott er tað, at enn eru fólk, sum tora at siga sína meining, sjálvt um hon gongur móti tí hjá teim ráðandi í landinum, men máti skal vera við øllum. Eisini tá fyrrverandi umboð fyri fullveldismentanina rópa og geyla á tingsins røðarapalli móti sínum egnu samstarvsfeløgum, men tó halda fast við somu samgongu fyri at varðveita maktina, so ongin annar skal sleppa framat.
Men "partapolitiska málingin", sum Høgni nevnir, kann enn halda samgonguni saman, og til ber at klína meira og meira uppá eina tíð afturat.
Einaferð man hon tó fara at rivna antin eftir trýsti uttanífrá ella, sum nú kundi sæð út, innanífrá. So er spurningurin, hvør flokkur gevur seg fyrst.
Vónandi verður alt ov stórur skaði ikki hendur áðrenn tað. Men sokallaða glasiliga málið, fullveldið, bæði hjá hesi víðkaðu og hjá fyrru samgonguni, hevur fingið djúpar og alt meira sjónskar rivur seinastu tíðina, so her er sanniliga vent í holuni, tað má sigast.