Nú er WIFI hotspot ísett í Bussleiðina

Tórshavnar kommuna hevur nú sett ó­­keypis tráð­leyst int­er­net – sokalllað »WIFI hot­s­pots« í fleiri bussar hjá Bussleiðini.

Í løtuni verður skipanin roynd­ar­koyrd, og tað verður optimalt samband um einar 2 til 3 vikur í øllum bussum.
– Hesi boð havi eg frá umsitingini hjá Tórs­havn­ar komm­­unu, sigur Levi Mørk, bý­ráðs­limur.
– Hetta eri eg sjálvsagt sera feg­in um, tí tað hev­ur ver­ið ein long og drúgv prosess. Men nú er so komið á mál. Sjálvsagt verð­ur skip­an­in betri og betri. Seinni verður eisni SMS og telji-skip­an sett í Bussleiðina, sigur Levi Mørk.
– Nú er tað so upp til tann ein­staka at brúka hesa skip­an, men hon er so har, sigur Levi Mørk.