Føroysku luttakararnir á Oyggjaleikunum á Bermuda halda fram við at vinna sær og Føroyum heiðursmerkir.
Nú er samlaða talið av føroyskum heiðursmerkjum komið upp á 24, seks gull, sjey silvur og 11 bronsu heiðursmerki.
Í gjár var enn ein góður dagur hjá frælsum ítrótti. Marni Djurhuus rann 5.000 metrar og eins og í kappingini á tvífalda teininum gjørdist hann nummar trý og fekk bronsu. Tíðin hjá Marna Djurhuus var 15.46,70, og var tað góð 12 sekund aftanfyri vinnaran av Ynos Mon. Isle of Man fór við silvurinum.
Eisini í spjótkasti gekk væl. Rógvi Højgaard kastaði spjótið út á 54,05 metrar, og eisini tað rakk til eitt bronsumerki. Rógvi Højgaard var góðan hálvan annan metur frammanfyri nummar fýra og slakar níggju metrar aftanfyri nummar tvey. Cayman Islands fór við gullinum fyri eitt kast uppá 70,66 metrar og Saaremaa fekk silvur fyri eitt kast uppá 62,76 metrar.
Helgi Winther Olsen gjørdi eisini ein vørr á fjallasúkklu. Í kappingini, sum eitur "Cross country" gjørdist hann nummar trý í tíðini 1.24.43,355. Menorca vann gull í tíðini 1.22.50,205 og Isle of Man 1.23.09,956.
Í skeet-skjóting vann Marius F. Joensen gull, men tað hava vit skrivað um í aðrari grein.
Annars gjørdist flogbóltskappingin eitt vónbrot hjá monnunum. Eftir ósigurin móti Bermuda, sum annars var "í posanum", vunnu menninir á Grønlandi, men í gjárkvøldið taptu teir móti Álandi, sum er á odda í kappingini. Tí eru menninir nummar fýra.
Í badminton eydnaðist ikki heilt til fulnar, tí vit fingu heldur ikki nakran í finaluna hjá kvinnum, men Rannvá Carlsson skal spæla um bronsuna, eins og tvímansleikurin hjá monnum skal gera tað.