Tað gongur bara ein veg við talinum av skrásettum corona-tilburðum – og tað er upp eftir. Í Danmark er talið nú farið frá 156 til 262, so talið er vaksið við meira enn 100 upp á ein dag. Í løtuni eru 1101 í sóttarhaldi í Danmark.
Danska forsætisfrúan, Mette Frederiksen, fortaldi á tíðindafundi í dag um nýggju stigini, sum verða tikin, fyri at forða fyri, at sjúkan breiðir seg. Føroysku myndugleikarnir siga, at tað er best at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin, men í mun til donsku tiltøkini, sum eru sett í verk, so eru føroyski tiltøkini alt annað enn serliga víðgongd. Les meira um donsku tiltøkini HER.
Tilsamans hava 118.096 fólk fingið staðfest, at tey hava coronavirus. 64.391 eru blivin frísk aftur, men 4.262 eru deyð av sjúkuni. Suðurkorea, Japan, Iran og Italia eru tey londini, har støðan er ringast viðvíkjandi corona-virus.
Í Europa stendur serliga illa til í Italia, har tað eru fleiri enn 9.000 fólk smittað, og 463 fólk eru deyð.
Í Føroyum eru tvey fólk higartil skrásett sum smittað.