Sambært nýggjast hagtølunum hjá Heilsumálaráðnum, eru 30.131 kanningar nú gjørdar í Føroyum.
Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum um vikuskiftið, tá trý ferðafólk komu til Føroya við flogfari.
Tey trý ferðafólkini eru farin í sóttarhald. Sambært corona.fo eru í minsta lagi 20 fólk tilsamans í sóttarhaldi.
Tilsamans hava 191 fólk fingið staðfest korona í Føroyum, og 188 av teimum eru staðfest frísk.