Fólkatalið var 51.043 tann 1. juli. Tað vaks við 830 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2017 – 1. juli 2018. Tað skrivar Hagstovan í dag.
Víðari sigur Hagstovan, at tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 55 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 166 størri.
- Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,2%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við næstan 6 prosentum, skrivar Hagstovan.
Næst eftir Eysturoyar sýslu er lutfalsliga størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 1,9%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 358 fólkum. Síðani Streymoyarøkinum uttan Tórshavn við 1,8%. Í Norðoya og Vága sýslum var vøksturin 1,7%, ið er sum miðaltalið fyri alt landið.
- So er eitt langt lop niður til Sandoyar sýslu, har fólkatalið minkaði við einum, og Suðuroyar sýslu, har tað minkaði við 9 fólkum, skrivar Hagstovan.