Italia er hart rakt av náttúruvanlukkum seinasta hálva árið ella so. Tveir harðir jarðskjálvtar, umframt stóra skalvalopið herfyri, hevur skakað italska samfelagið. Nógv fólk hava latið lív og nógvir bygningar, ja næstan heilar bygdir, eru lagdar í oyði.
Nú vilja fólk savna pening inn til hjálpararbeiði, ið skal fara til teirra, ið eru rakt á ein ella annan hátt.
Regin Guttesen, sum vit best kenna sum tónleikara, býr í Italia saman við familju síni, har hann virkar sum trúboðari. Hann er partur av hjálpararbeiðinum við sínum tónleiki. Sí filmsbrot undir myndini av sanginum, ið verður brúktur, Unshaken Hope.
Tú kann stuðla verkætlanini við at trýsta her