Nú hevur tann hepni vinnarin, Fríða Ó. Poulsen í Havn, fingið bilin, hon var so heppin at vinna í lutakasti hjá Krabbameinsfelagnum.
Tað var í samband við tiltakið, Føroyar móti krabba, tann 27. mars, at ein bilur varð útlutaður og vinnarin varð altso, Fríða Ó. Poulsen í Havn. Nú hevur hon so eisini fingið bilin, ein Peugeot E-208 elbil frá Auto Service.
Á myndini síggjast frá vinstru: Poul Jákup Pulsen, varastjóri, Fríða Ó. Poulsen og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.
Endamálið við tiltakinum, sum var í Norðurlandahúsinum, var at samla pengar til stríðið ímoti Krabbameini og tað hepnaðist væl, tí t að komu góðar seks milliónir inn, ella heilt nágreiniliga, 6.084.962 krónur,