Nú fer tað at bera ella bresta

Í kvøld verður í Klaksvík gjørt av, um tað verður KÍ ella HB, sum skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík. KÍ fær vitjan av HB, og dagsskráin er, at 115 ára gomlu javnaldrarnir í føroyskum fótbólti fara at telva um, hvør teirra skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið.

HB hevur ikki vunnið løgmanssteypið síðani í 2004, og KÍ hevur bara vunnið steypaappingina einaferð í hesi øldini. Tað var í 2016.

Fyrra hálvfinalan, sum 8. mai var í Gundadali, endaði 1-1. Tað ber við sær, at KÍ hevur fyrimun undan seinnu hálvfinaluni. Men fyrimunurin er lítil og alt er púra opið, tí fyrimunurin koppar til HB, um tað eydnast gestunum at skora fyrsta málið.

Sunnudagin vann HB í Gundadali sera sannførandi 4-1 sigur. Tá var KÍ miðvallarin Simen Sandmæl leikbannaður, og tá var HB miðvallarin Brynjar Hlöðversson so mikið skaðadarvaður, at hann alla tíðina var á beinkinum.

HB og KÍ hava ikki dystast í hálvfinaluni síðani 1999, tá ið KÍ vann greipuna. Síðani tá hevur KÍ ikki vunnið FM.

Í 1999 endaði fyrra hálvfinalan, sum var í Klaksvík, við, at HB vann 1-0. Í Gundadali vann KÍ 2-1 og kvalifiseraði seg harvið til finaluna.

Vinnarin í kvøld kvalifiserar seg at spæla finalu.

Um støðan eftir 90 minuttir í kvøld verður 1-1, so verður neyðugt við longdari leiktíð. Um støðan eftir longda leiktíð eisini verður 1-1, so verður tað avgjørt í brotssparkskapping, hvat av liðunum skal spæla í finaluni, sum verður leygarkvøldið 21. september.

Um tað í kvøld verður javnt, og úrslitið verður 2-2, so verður tað HB, sum fer at vinna seg í finaluna.

Hálvfinala: KÍ – HB: Petur Reinert kl. 18.00. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1.