- Bara tað, at tað eru nøkur, ið eru ónøgd, er nakað, ið vit eiga at taka í álvara. Bæði sum læknar, men eisini sum heilsumyndugleikar, sigur Pál Weihe.
Tað sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya, tá hann verður spurdur um viðmerking til eina kanning, ið vísur, at fjórði hvør føroyskur sjúklingur, ið verður sendur uttanlands til viðgerðar, ikki hevur álit á føroysku sjúkrahúsini, meðan einans tvey prosent siga tað sama um tey útlendsku sjúkrahúsini.
Seinnu árini hevur Pál Weihe javnan verið frammi í almenna kjakinum og víst á, at føroyska heilsuverkið manglar fígging og serlæknar. Tað at nøkur fólk ikki hava álit á føroyska sjúkrahúsverkið, metir hann, er ein avleiðing av teimum manglum, ið hann so mangan hevur víst á.
- Eg havi víst á, at tað mangla 50 serlæknar og 300 milliónir í játtan. Tá man hevur ein slíkan mangul, so skulu teir fáu læknarnir, ið eru her, klára alt. So tað kann vera, at nakrir sjúklingar uppliva, at læknin ikki megnar nóg væl at samskifta, tí teir skulu gera alt, sigur Pál Weihe
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Pál Weihe í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið hesaferð viðgerð, um hvussu føroysku sjúkrahúsini eru samanborin við útlendsk sjúkrahús og samstarvið harímillum.