Ónøgd við snarbussin

Ferðafólkini við snarbussinum millum Skálafjørðin og Havnina eru illa nøgd við bussin, ið vanliga verður nevndur Snar. Tey vilja hava siglingarmøguleikan aftur. Bussurin koyrir ov skjótt og upprunatíðin heldur ikki og er fráferðin tí framskunda, siga ónøgd ferðafólk

Dagfinn Olsen


Ferðafólkini við snarbussinum millum Skálafjørðin og Havnina vilja hava Ternuna aftur í sigling. Ingun Gaardbo, ið var talskvinna, tá mótmælt varð í Tinganesi á sinni, sigur seg ikki skilja, hví tey ikki kunnu fáa svar frá landsstýrismanninum í samferðslumálum.

Løgtingsmenn í økinum hava roynt sítt og eitt nú hevur Sámal Petur í Grund lagt fram fyrispurning, um hví skipið ikki kundi sigla árið út, tá peningur longu var játtaður, men enn er einki svar komið.

Ingun Gaardbo hevur spurt seg fyri á Løgtingsskrivstovuni og har varð sagt, at 20 dagar skuldu ganga, áður enn nakað hendir. Hetta skuldi so verið 29. oktober. Aðrastaðni hevur hon frætt, at bert 10 yrkadagar skulu ganga.

- Onkur, ið hevur internet, hevur hugt, men einki sæst til, at málið er komið á nakra fundarskrá í løgtinginum, sigur Ingun Gaardbo, sum arbeiðir sum sjúkrasystir í Havn.


Ferðin ov nógv

Sjálv dámar Ingun Gaardbo illa at koyra í bussi, hon torir illa og so koyrir bussurin ov skjótt.

- Tað er ov leingi at koyra, tá tað er hvønn morgun, og ov leingi at sita stillur í væl meira enn ein tíma, sigur hon.

- Sitir ein so frammaliga, so sær ein, at stóran part av leiðini er ferðin um 100 km/t, sigur Ingun Gaardbo.

Er tað sætt, at onkur hevur ætlað at melda bussføraran ?

- Eg veit ikki, men eg havi hoyrt, at onkur hevur meldað, sigur Ingun Gaardbo.

Upprunatíðin heldur ikki og tí koyrir Snar nú 10 minuttir fyrr, enn hann gjørdi upprunaliga.

- Kanska kann bussurin ikki koyra spakuligari, enn nú. Leiðin er long og ein kann helst rokna út í kilometrum, hvussu skjótt skal koyrast, fyri at halda tíðina. Nógv bygt øki er eisini á leiðini, sigur Ingun Gaardbo.

- Eg havi verið útfyri at verið í Havn klokkan 08:15, tí førarin hevði ov nógv at gera við at selja kort, hóast tað ikki er hvørjaferð, og tað er jú bert tann eini maðurin at taka sær av øllum, sigur Ingun Gaardbo, ið eisini harmast bussføraran, ið nú má úr Havnini fyrr um morgunin við tómum bussi, nú fráferðin av Toftum er flutt fram 10. minuttir.


Koyra í felag

Ikki øll, sum sigldu, nýta bussin, hóast hann sum oftast er nærum fullsettur um morgunin.

- Fleiri hava tikið seg saman og koyra í felag í bili, sigur Ingun Gaardbo, og leggur afturat, at eingin ivi er um, at tey ynskja siglingarmøguleikan aftur.