Ónøgd við venjaran

Brøndby-fjepparar gjørdu um vikuskiftið vart við sína ónøgd við venjaran Kent Nielsen. Brøndby tapti 4-2 á heimavølli ímóti Esbjerg, og tað fekk nakrar fjepparar at gera vart við seg. “Nielsen raus”, róptu fjepparar, men venjarin leggur líka í. - Eg ætli mær ikki at fyrihalda meg til slíkt. Eg hugsi um tað, sum eg kann ávirka á vøllinum, sigur Kent Nielsen við Ekstrablaðið.