Ónøgdin

Eyðun Waagstein
------

Kanska eru okkara politikkarar líka dugnaligir, sum aðrastaðni í heimi. Kanska gera teir sítt besta. Men fólk eru ónøgd við tann førda politikkin í Føroyum. Mong halda, at ongin politisk stýring er. Summi vísa á, at fíggjarmálaráðharrin úr Fólkaflokkinum stýrir Sambandsflokkinum við harðari hond, og at Fólkaflokkurin stýrir ikki landinum, men egnum áhugamálum. Vánalig politisk stýring generelt hevur lensað Landskassan. Makthavararnir siga, at nú skal sparast. Byrjað verður við at játta sær sjálvum skattalætta. Fyri ikki so langari tíð síðani hækkaðu tingmanna- og landsstýrismannalønir munandi. Hetta segðist vera neyðugt fyri at tað politiska arbeiðið kundi gerast til lítar. Argumentið fyri skattalætta til hálønt, var, at hetta skuldi skapa meira virksemi í samfelagnum. Sum væntað, gav hetta fleiri pengar til tey vælbjargaðu, men bøtti onki um samfelagsheildina, og fer heldur ikki at gera tað. Kanska er hetta við til at skapa ónøgd? Fíggjarlógin skal javnviga, men meira er brúkt enn komið er inn. Nú restar í, og so má sparast. Tá ið politikkarar spara, so rakar tað tey við tí strævna arbeiðinum, og sum fáa ta lægstu lønina. Kanska er hetta ein náttúrulóg, men tað skapar ónøgd.
Mitt í øllum fær fíggjarmálaráðharrin so eina fiksa idé. Nú skal Landsbankin slaktast. Málið er, at her kann sparast eitt sløð. Jørn Astrup og Jógvan Páll siga, at Landsbankin hevur onga missión. So nú er ætlanin, at kontrolinstansurin og ráðgevandi stovnurin á tí makroøkonomiska økinum, sum nústani er við at fóta sær av álvara, verður smildraður. Pengarnir, sum Landsbankin hevur til at taka, fara upp í stóra pott. Men meira skal til. Pensiónir verða forútskattaðar. Heldur ikki hetta er nóg mikið. So hava vit alt hitt at dúva upp á: Inntøkuskatt, MVG, toll, punktgjøld, orkuavgjøld, kringvarpsgjøld, ferðaavgjøld, sukur- og feittavgjøld, akfarsavgjøld, vegskatt, rentuskatt, avgreiðslugjøld, tubbakks- og rúsdrekkagjøld, sjúkratrygging, tilfeingisgjøld osv. Men framvegis er ikki nóg mikið. Sjúkrahúsverkinum verður álagt at pressa sitrónina enn einaferð, og svarar verkið aftur við at siga enn fleiri fólk úr starvi, og síðani at taka gjald frá fólki, sum koma á skaðastovurnar. Og enn er ikki nóg mikið. Pensiónsupphæddirnar eru fastfrystar og pensiónsaldurin skal setast upp til 70 ár. Men onki arbeiði er til tey útslitnu. Møsn úr enda í annan. Tað unga fólkið stingur í sekkin, hóast kreppa leikar á um meginpartin av heiminum. Tey trúgva ikki okkara valdsharrum. Tey eru ónøgd. Nógv av teimum, sum eftir eru, kenna seg ótrygg. Og fleiri gerast eisini ónøgd við landsins leiðslu. Hvat verður tað næsta, ið politikkararnir finna upp á? At skylda upp á tað heimsumfatandi fíggjarkreppuna, gevur lítla meining, tí hon hevur ikki havt serliga stóra ávirkan á okkara búskap. Enn. Vit liva bara av fiski- og alivinnu. Tvær svikaligar vinnur. Fiskivinnan hevur stórar trupulleikar at dragast við. Alivinnan hevur rekordár, men er sárbær.
Politikkarar mugu læra seg hógv. Í góðum, sum í ringum tíðum. Tey sum sita við felagskassan og býta út av peninginum hjá teimum, ið knossa seg gjøgnum gerandisdagin fyri at svara hvørjum sítt, mugu gera sær greitt, at tað er ikki spæl at umsita harðvunnu krónur borgaranna, tað krevur eina neyva fatan av hugtakinum ábyrgd.
Politiskar avgerðir flyta og fordeila fólksins ogn. Fólkið velur politikarar, ið tey vóna fara at vísa ábyrgd fyri, at ognin verður umsitin á ein skynsaman hátt, so hon tryggjar rakstur og framburð, tjóðini at frama. Tað krevur politikkarar við greiðari fatan av ábyrgd. Tað krevur vit og skil og djúptøkið arbeiði, eitt arbeiði, sum í mongum førum ikki hevur verið, og ikki verður gjørt nóg neyvt. Hetta skapar ónøgd. Stóra ónøgd.
Roknið ikki við oljuinntøkunum enn. Tær koma tá tíðin er búgvin, og tað krevur uppaftur størri varsemi og ábyrgdarfatan.
Sparingar kunnu saktans finnast í almenna geiranum, uttan at kosta eittans arbeiðspláss. Ein hópur noyðist at bíða við ávísum “ágóðum” í eina tíð. Tað er alt. Tað snýr seg um hugburðsbroyting, eina broyting í vanum, sum øll koma at venja seg við kortini.
Politikarar: »Takið ábyrgd av egnum landi!« Takið ábyrgd nú!

E.S. Stórur saknur var í vantandi luttøku hjá Framsókn í sjónvarpskjakinum í gjárkvøldið.