Trygvi Mortensen er aftur í ár venjari hjá NSÍ, og tó at hann sjálvandi harmaðist seina HB-málið sunnudagin, so var hann nóg veruleikanærur til at staðfesta, at sigurin var uppiborin.
- Tað er sjávlandi eitt vónbrot at tapa upp á hatta tíðspunktið. Men hyggur tú at dystinum, so var tað nokk í lagi. Vit høvdu so í øllum førum ikki uppiborið at vinna!
Fyrstu løtuna var tað annars NSÍ, sum setti dagsskránna, og venjarin sigur eisini, at hann var sera væl nøgdur um avrikið fyri steðgin.
- Eg haldi, at vit hava gott tamarhald á dystinum ta løtuna. Og vit kunnu eisini væl skora bæði eitt og tvey mál ta løtuna. Og eisini eftir at teir skora, megna vit at reisa okkum. Og tá vit so fáa eitt mál beint fyri hálvleik, skuldu vit av álvara verið við.
Men tað var júst tað, sum ikki hendi. Frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki vórðu runavíkingarnir trýstir í botn, og venjarin helt eisini, at teir ikki stóðu nóg væl eftir steðgin.
- Vit tosa annars um, hvat vit skulu halda fast um í seinna hálvleiki, men vit detta bara alt ov langt aftur á vøllin. Teir eru tá væl betri enn vit, og teir høvdu so sanniliga eisini møguleika at avgera dystin. Jens Martin heldur okkum tó inni, men tað er keðiligt, at vit soleiðis bakka undan Rúna hatta seinasta álopið. Vit vit, at hann hevur eitt gott skot, og tað fingu vit so eisini at síggja.
Nøgdur um trý stig
Men hóast tapið sunnudagin, so staðfestir Trygvi Mortensen, at hann er væl nøgdur um byrjanina, sum runavíkingarnir hava havt í landskappingini.
- Vit fingu tveir sera truplar dystir at byrja við, og trý stig móti nummar eitt og tvey frá í fjør er ikki heilt burturvið. Var talan um fýra seg, so var eg sera fegin, men trý stig er so sanniliga eisini í lagi, stafðestir hann, áðrenn hann at enda kemur við eini lítlari ávaring.
- Men vit skulu so sanniliga ansa eftir, at vit ikki detta í nakra grøv nú. TB kemur á vitjan, og tað er als ikki víst, at tann dysturin verður so lættur, sum fleiri vilja gera hann til. Tað ræður um at taka hvørja uppgávu í álvara, staðfestir NSÍ-venjarin.