Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu
--------
Tað er at fegnast um, at byggingin av nýggja barnagarðinum á Toftum gongur eftir ætlan. Í dag, 18. mai, varð barnagarðurin reistur, og eftir ætlanini kunnu fyrstu børnini koma inn beint eftir summarfrítíðina.
Gamli bygningurin er 343 fermetur íalt, meðan nýggi bygningurin er 370 fermetur í tveimum hæddum. Í fyrstu atløgu verður bara tann ovara hæddin innrættað, sum fer at hava 3 stovur við plássi fyri umleið 18 børnum í hvørjari.
Útgrevsturin fyri barnagarðin, sum Vestcon gjørdi, byrjaði seint á heysti 2010. Síðan varð farið undir betongarbeiðið, sum Jan Mohr o. fl. gjørdu. Timburarbeiðið verður gjørt av KBH, sum høvdu lægsta tilboðið. Samlaði kostnaðuri fyri hesi arbeiði v. innbúgvi v.m. verður 8,2 mió. kr.
Tað hevur verið stórur tørvur á at byggja út á barnagarðsøkinum, og við hesi íløgu kemur Nes kommuna enn eitt fet fram á leið, tá ið ræður um at menna kommununa til at nøkta tann tørv, sum nútíðin krevur.
Nes kommuna er annars rættiliga væl útbygd á flest øllum økjum. Seinastu stóru íløgurnar í nýggjan skúla og barnagarð eiga at gera, at vit av røttum kunnu bjóða fólki at seta búgv í okkara kommunu. Vit hava umleið 25 grundøki tøk, sum eru gjørd byggibúgvin, so fólk skulu verða hjartaliga vælkomin at seta búgv í Nes kommunu, har barnagarðurin er bygdur beint við eitt stórt ítróttarøki, samstundis sum vit eru stutt frá eini av Føroya vakrastu náttúruperlum, Toftavatn.