Tá Argjabáturin vann á norðoyarstevnu kundi tað bent á, at teir á Argjum fóru at yvirtaka trúnuna aftur, sum teir við fáum undantøkum hava átt síðani 1991. Tað er framvegis møguleiki fyri, at Argjabáturin fer at vinna FM heitið, sum Nevið Reyða fór avstað við í fjør. Men leygardagin staðfestu teir umborð á nýggja Kvívikinginum, at teir avgjørt ætla sær at vera við til at mynda kappingina.
? Vit vóru sera vónbrotnir eftir norðoyarstevnuróðurin. Vit høvdu ætlað at vinna, og vit væntaðu satt at siga, at møguleikarnir vóru góðir fyri tí. Men tað kiksaði orduliga. Vit duga ikki rættuliga at siga hví. Veðrið var einki serligt ta ferðina, men tað var eins fyri allar, sigur Jan Suni Hansen, sum er bátsformaður umborð á Kvívíkinginum. Talan er um nýggjan bát, sum Sámal Hansen hevur smíðað til kvívíkingar í vetur. Bátsformaðurin letur væl at bátinum.
? Okkum dámdi væl gamla bátin, men hesin er væl lættari. Áðrenn vit flotaðu hann fyrstu ferð, vigaði hann 80 kilo minni enn gamli báturin. Nú hevur hann sjálvandi drukkið nakað í seg, men hann er framvegis væl lættari, enn gamli báturin er, og tað hevur heilt víst týdning.
Á Skálafjørðinum vundu teir umborð á nýggja Kvívíkinginum burturúr Argjabátinum og øllum hinum. Argjabáturin fekk besta startin, men tað var skjótt, at Kvívíkingur bjóðaði rættuliga av, og tá teir komu út ímóti 1000 metra málinum undir Støkk høllini ella Glyvra bio, sum nógv í Heiðunum framvegis siga, fór Kvívíkingurin framum, og hann var fremstur restina av teininum.
Knørrur og Nevið Reyða, sum eftir norðoyarstevnuna varð mannaður við fólki úr NSÍ, fylgdu leingi væl við. Teir umborð á Nevinum høvdu ikki orku til at fylgja við á síðsta teininum. Tað høvdu teir umborð á Knørri, sum á seinastu hálvt annað hundrað metrunum var um reppið at taka næstfremsta plássið frá Argjabátinum.
Gamli Kvívíkingurin, sum nú eitur Kvívíksbáturin, var aftastur. Tveir av manningini á honum eru úr Kvívík. Hinir búgva í Havnini, og Kvívíksbáturin venur á Havnarvág.
Hava vunnið við Junkaranum
Nýggi Kvívíkingurin er so at siga bara mannaður í Kvívík. Tveir eru úr Vestmanna. Teir hava áður róð við Havfrúnni. Fýra av kvívíkingunum róðu við Junkaranum, tá hann í 1998 vann allar róðrarnar. Fimm av manningini vóru við Kvívíkinginum í fjør. Róðursmaðurin og tríggir aðrir eru fyrsta árið umborð á Kvívíkinginum, men teir hava allir róð áður.
Manningin er 18?27 árra gomul, og teir venja í Vestmanna. Kvívíkingar eiga Váli, og har hava teir kappróðrarneyst.