Øssur Winthereig, tíðindastjóri
Sjónvarp Føroya
Stjórin hjá Wenzel ger í lesarabrævi viðmerkingar til tíðindini í Degi og Viku um útsøluprísin á nýggjum bilum í Føroyum.
Dagur og Vika hevur víst á tvær sannroyndir:
Tað ber til sjálvur at bíleggja sær ein nýggjan bil úr Danmark og spara millum 20.000 og 50.000 krónur í mun til lýstu útsøluprísirnar.
Hetta er ein upplýsing, sum kann hava týdning fyri nógvar føroyingar. Í øðrum lagi varð víst á í Degi og Viku, at hóast avgjøldini á nýggjar persónsbilar eru munandi lækkað og eru nógv lægri enn í Danmark, so sæst hesin munurin ikki stórvegis aftur í útsøluprísinum av nýggjum bilum. Ein av grundunum er, at føroysku bilasølurnar taka størri bruttovinning enn danskar, tá nýggir bilar verða handlaðir.
Hetta var høvuðsinnihaldið í tíðindunum um prísirnar á nýggjum bilum.
At brúktir bilar innganga í handlar broytir einki upp á støðuna, sum tíðindini í Degi og Viku hava lýst hana. Men kanska er orsøkin til høgu prísirnar, at bilasølurnar í lýstu útsøluprísunum leggja so mikið nógv upp fyri, at ráð verður at geva sera góðan prís fyri ein brúktan bil í býti.
Men tann spurningurin er ikki enn viðgjørdur í tíðindasendingunum.