Dimmalætting hevur leingi verið í tungum sjógvi, men nú tykist loysn verða funnin. Hóast Dimmalætting nú, sambært Árna Gregersen, hevur ein positivan grundrakstur - nakað , sum ikki hevur verið í nógv ár - staðfestir stjórin, at felagið ikki megnar at forrenta skuldina í felagnum, og tí verður nú arbeitt við eini loysn, sum skal hjálpa uppá skuldina í felagnum.
- Tað verður arbeitt við eini loysn, so vit fáa skuldina niður, og tað kann gerast uppá fleiri mátar, sigur Árni Gregersen.
Stjórin leggur aftrat, at hetta helst merkir, at nýggir eigarar eru áveg til Dimmalætting, men um verandi partaeigarar verða við í framtíðini, dugir Árni Gregersen ikki at siga.
Miðlahúsið hevur roynt at fáa fatur á fleiri verandi partaeigarar, men hesi hava ikki tikið telefonina í dag.