Nógv kenna Bianco Footwear, og umframt mótaskógvar hevur Bianco eisini t.d. taskur, húgvur, hálsbond og armbond. Alt í nýggjasta móta. Bianco er ein donsk handilsketa, sum hevur handlar í nógvum evropeiskum býum.
Super er ein mótahandil við konu- og mannfólkaklæðum til ung og eldri av kendum merkjum sum t.d. Sisterspoint og Lee til konufólk og Lee, Konrad og Minimum til mannfólk.
Super Kids, sum er á 2. Hædd, er ein handil við klæðum til børn og ung í aldrinum 0-16 ár.
Ragnar Isaksen, sum er høvuðseigari í nýggju handlunum, er stjóri og handilsleiðari í handlunum.
Ragnar hevur sína útbúgving í handilsvinnuni og hann sigur, at honum dámar sera væl at arbeiða í handli og at dekorara handlar. Hann sigur, at hesir handlarnir, Super og Super Kids, eru hansara egna konsept. Stórur dentur er lagdur á trivnað í handilshølunum, og nevnir hann sum dømi, at har er elevator til tey sum ikki eru so væl gongd ella sum koma inn til Super Kids við barnavogni, eins og legoborð og teknifilmur er til børnini, so børnini kunnu hugna sær meðan foreldrini keypa ella bara hyggja. Í niðaru hæddini er flatskermur, so maðurin t.d. kann hyggja eftir fótbóltsdysti, meðan konan keypir klæðir.
Alt verður í løtuni er sett í stand, málað og moderniserað, og tá handlarnir lata upp hósdagin, eru øll vælkomin inn á gólvið at síggja nýggju handlarnar, sum verða á tremur við nýggjum mótavørum.
Vit hava lagt okkum eftir, at allar vørurnar kunnu seljast til kappingarførar prísir, sigur Ragnar Isaksen, sum ætlar sær at skipa fyri ymiskum tiltøkum i handlunum. Eitt nú kann nevnast live-tónleikur.