Í løtuni verða upptøkur gjørdar til nýggja tónleikaútgávu hjá KÍ, og í sambandi við dystinum ímóti B68 sunnudagin klokkan 15, verða tríggir av sangunum spældir fyrstu ferð.
Lokali rockbólkurin Grandma?s Basement eigur eina sangin, rockhetjan Karl Martin Samuelsen syngur ein, og síðani hevur fjepparin Eyðun Thorgeirsson gjørt ein sang, sum tveir av tónleikunum í bólkinum Credo hava spælt inn.
Sangirnir verða spældir til upphitingina hjá Bláu Bylgju í Maverick í morgin, og sangirnar fara eisini at ljóma á Injector Arena áðrenn spennandi dystin hjá KÍ, har Todi Jónsson og Atli Danielsen gera comeback í bláu troyggjuni.