Nýggj avtala kann slóða vegin fyri lítla Peturi

Ein nýggj avtala millum føroyskar og danskar myndugleikar kveistrar allar løgfrøðiligar forðingar burtur fyri, at Karup kommuna kann lata lítla Petur verða búgvandi í Føroyum. Kortini er nakað á mál, og seinasta orðið í málinum um lítla Petur hevur Karup kommuna og pápi Petur

Føroyska Almanna- og heilsumálaráðið og danska Socialministeriet hava undirskrivað avtalu, sum heimilar donskum kommunum at senda børn og ung til Føroya á viðgerðarstovn.
Higartil hava bert føroyskar kommunur kunnu gjørt sær dælt av at senda børn og ung á viðgerðarstovn í donskum kommunum, men við nýggju avtalu ber eisini til at fáa streymin at ganga hinvegin.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur, at avtalan hevur leingi verið undir uppsigling, men endiliga er avtalan komin undir land.

Petur í miðdeplinum
Í nógv umstrídda málinum um fimm ára gamla Petur, ið hevur atferðartrupulleikar, kann avtalan millum Almanna- og heilsumálaráðið og Sosialministeriet fáa avgerandi týdning.
Pápi Petur hevur foreldramynduleikan yvir Peturi, og fimm ára gamli drongurin er tí í løtuni fevndur av danska lógarverkinum. Uttan nýggju avtaluna hevði Karup kommuna við røttum kunnu tvíhildið um, at hon ikki hevði heimild at senda lítla Petur á føroyskan viðgerðarstovn, tí eingin lógarheimild var.
-Nýggja avtalan letur upp møguleikan fyri, at Karup kommuna kann senda lítla Petur á føroyskan viðgerðarstovn. Parturin hjá Almanna- og heilsumálaráðnum í málinum um lítla Petur er at skapa fyritreytir, og tað haldi eg, at tú av røttum kanst siga, vit hava gjørt við hesari avtalu, vísir Hans Pauli Strøm á.

Stovnstilboð
Í løtuni arbeiða embætisfólk og fakfólk av lívsins kreftum við at útvega atferðartruplum børnum eitt stovnstilboð í Føroyum. Allir aldursbólkar uttan smærri børn hava møguleikan at fara á stovn í Føroyum, men landsstýrismaðurin sigur, at tað verður lagt nógv fyri at veita atferðartruplum børnum sama møguleika í Føroyum.
-Arbeiðið við stápla eitt stovnstilboð til børn á beinini gongur væl. Slíkt arbeiði tekur vanliga langa tíð, men arbeiðsbólkurin arbeiðir skjótt. Í løtuni verður kannað, hvørji hús kunnu koma upp á tal, sigur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin hevði upprunaliga sett nøsina eftir at útbyggja núverandi fosturforeldraskipan, men hendan ætlanin er eftir øllum at døma slept, og miðað verður nú ímóti at veita atferðartruplum smábørnum eitt varðandi stovnstilboð

Samskifta
Eyðun Jensen á Sosialu deild í Tórhavnar býráð sigur, at framvegis er einki endaligt komið upp á pláss í málinum um lítla Petur. Tórshavnar kommuna og Karup kommuna samskifta dúgliga, men Eyðun Jensen dugir ikki at siga, hvør endaligi úrskurðurin verður í nógv umtalaða málinum.
-Nýggja avtalan gevur Karup kommunu løgfrøðiliga heimild at lata Petur á føroyskan viðgerðarstovn. Tá alt kemur til alt verður tað avgerðin hjá Karup kommunu í samráð við foreldramynduleikan, ið avger lagnuna hjá lítla Peturi, sigur Eyðun Jensen á Sosialu deild á Tórshavnar kommunu


.